Skip to main content

París og Venezia í Las Vegas


París og Venezia eru partar av gøtumyndini í Las Vegas. Her sæst Eifeltornið í myrkri, Jógvan og Unn við Markusplássið og niðast gondol á floti og eftirgjørda Rialtobrúgvin (Myndir: Bigrir Kruse)

Eins og W.R.Hearst skapti eitt egið Suðurevropa í óbygdum í San Simeon, hava tey flutt søguríka Eiffeltornið í París, Markustorgið og Rialto brúnna í Venezia til nýggja, blinkstrandi Las Vegas. Vit royndu fronsku matstovuna ovast í Eiffeltorninum. Útsýnið var eins gott og maturin. Men gongur tú á friðsæla, eftirgjørda Markustorginum, skoðar gondolirnar við Rialto brúnna, og letur dyrnar upp – so er tað ikki opera, ið streymar tær ímóti. Nei, tey togast við snurrandi spælimaskinur, sum hildu tey ólavsøku uppá speed. Undarligt, at síggja fremmand støð endurskapt í gøtunum í Las Vegas.