Skip to main content

Slottið hjá Citizen Hearst



Høvuðsbygningurin á Hearst Castle, sum við klokkum í tornunum er mest átøkur eini kirkju. Bygningarnir aftanfyri á mittastu myndini vísa, at slottið er ikki bygt liðugt. Niðast Birgir í trappinum til mittasta slottið hjá Hearst. Tilsamans eru trý slott her (Myndir: Hanus og Birgir Kruse)

Flestu kenna filmin Citizen Cane. Hetta er ein lýsing av einum ráðaríkum manni, sum eigur allar miðlar í landinum og allar pengar í verðini. Hann kann byrja kríggj og skapa søgur og sambond millum ríkmenn, filmstjørnur og politikarar. Tó, einsamallur býr hann á slottinum Rosebud. Einasti búfelagi og fylgisneyti er unga drukna konan, sum hvørki dugur til eitt ella annað. Hóast fiktivur, byggir filmurin á lívið hjá William Randolph Hearst (1863-1951), sum arvaði írska pápan, ið var self made millionaire.

Í 1919 fór W.R.Hearst at byggja Hearst Castle í óbygdum við San Simeon, millum San Francisco og Los Angeles. Søgurnar vilja vera við at hesin lítilætni maður kallaðin staðin The Ranch. Hann bygdi og breyt niður og bygdi uppaftur, fram til 1947, tá heilsan fór at bila og hann flutti út. Arkitektur og sniðgevi var unga og ídna Julia Morgan úr San Francisco. Tíggju ár seinni lat The Hearst Corporation økið til kaliforniska statin.

Abbadótturin Patty Hearst gjørdist kend sum Tanya í kollveltingarbólkinum The Symbionese Liberation Army, ein av heilavillu rørslunum, ið spurdust úr hippie rørsluni í California í seksti- og sjeytiárunum. Í dag fæst hon við blaðútgávur, eins og abbin.

Hearst Castle er serstakliga hugtakandi at vitja. Serliga hugtakandi eru loftini, sum er keypt í Evropa, klassisku svimjihyljarnir inni og úti, og so biografurin hjá Hearst, har Chaplin plagdi at sita.

Eitt sindur ræðandi er tað tó, at alt verður brúkt sum kulissur. Keypt á ferðum í Italia, Spania og aðra staðni í Evropa og sett upp á hesum staði. Eitt tøkniligt avrik, men ein mentanarlig sorgarsøga.

Samstundis sum Hearst Castle er hugtakandi at vitja, er hetta sama slott ein ræðandi mynd av amerikanska dreyminum og hvussu høpisleysur hann er, um hann gongur út.