Skip to main content

This has to be the most Country album of the year – in any language!



Stewart Fenwick, 47, er vertur í sendingini Celtic Country í Glasgow. Á mittastu myndini er hann saman við starvsfelagnum Mary Kathleen Burke, ið júst hevur givið fyrstu fløguna út á Greentrax Records. Niðast Hallur Joensen í MT í Kringvarpinum í vár (Myndir: MySpace Fenwick og Birgir Kruse)

Avgjørdu orðini omanfyri eigur Stewart Fenwick í august útgávuni av skotska blaðnum Country Music & Dance. Ummælið stendur í partinum Stewart’s CD Round-up, ið byrjar við Trishu Yearwood og endar við Halli Joensen úr Føroyum. Orðini knýta seg aftur at útgavuni hjá Halli "Pickin' Time in Nashville".

- It really is a stunning performance. Most of the songs, like the CD booklet, is in English, although he has Faroese versions of "Fraulain" and "Kiss an Angel Good Morning". Even though I don't understand the words, they both sounds superb. This has to be the most Country album of the year - in any language, sigur ummælarin Stewart Fenwick.

Fenwick, sum býr í Clackmannan í Skotlandi, hevur gjørt útvarpssendingar um kontritónleik í tretivu ár og skrivað ummæli fyri skotsku bløðini. Men best dámar honum leygarmorgnar at koyra norður á Kátanes og hoyra føroyskt:

- When we’ve been in Caithness, we always make a point of listening to a superb Saturday morning Country music programme that booms in on medium wave from the Faroe Islands. They seem to like their country music very traditonal. And Hallur Joensen backs up this theory with his excellent album, skrivar Fenwick í nýggjastu útgavuni av blaðnum Country Music & Dance.

Stewart Fenwick sipar til frálíku útvarpssendingina Rót og Rútma, ið Petur Rouch stjórnar hvønn leygarmorgun í Kringvarpinum.

Eftir at hava ummælt amerikanskar sangarinnur sum Trishu Yearwood, Carrie Underwood og Jewel í nýkomna skotska kontriblaðnum, tekur Stewart Fenwick fram eina røð av nýggjum evropeiskum útgávum, ið toppa við Halli Joensen úr Klaksvík.

Fenwick tekur samanum og sigur: We in Britain tend to discount European Country acts (like we do our own), but check these albums out. They’re as good as the Americans any day.

Stewart Fenwick: http://www.scotcountry.blogspot.com/