3.9.08

Bobby Sands er móti í Venezia


Ovast: Leikstjórin Steve McQueen fær Gucci virðislønina frá Isabelle Huppert í Venezia í gjár. Niðast: Veggjamálningurin av írsku fólkahetjuni Bobby Sands er í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams.

Heimsins elsta filmsstevna er í Venezia, har 65. stevnan fór av bakkastokki 27. august.

Umframt fremstu virðislønina, Gyltu Leyvuna, verða sjáldsamar virðislønir latnar. Teirra millum er Gucci virðislønin, ið fer til cross-over virksemi hjá leikstjórum, ið eisini virka á øðrum listarligum økjum. Í gjár varð henda virðisløn latin Steve McQueen, sum í filminum Hunger lýsir seinastu dagarnar hjá norðurírsku fólkahetjuni Bobby Sands í Maze fongslinum.

Á filmstevnu í Cannes fyrr í ár fekk Steve McQueen virðislønina Camera d'Or fyri besta og fyrsta avrik hjá einum filmsleikstjóra.

Ungi svarti londonbúgvin ber sama navn sum kendi amerikanski filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklutunum í hesum nýggja filmi. Ikki týski leikstjórin, sum doyði í 1982, men 31 ára gamli írski leikarin Michael Fassbender spælir høvuðsleiklutin í filminum Hunger. Tað er sum IRA-maðurin Bobby Sands. Til tess at virka sannførand, svøltaði Fassbender seg í tveir mánaðir.

Veruliga søgan sigur, at eftir at hava svøltað seg í 66 dagar, doyði hin 27 ára gamli írin Bobby Sands í Maze (Long Kesh, H-Block) fongslinum 1981. Hann skrivaði bøkur og yrkti sangir. Kendasta er bókin One Day In My Life, sum veturin 1979 varð skrivað á "toilet paper with a biro refill...hidden inside Sands' own body", sum skrivað stendur á bls. 18 í 2001 útgávuni. Fyrsta útgáva kom í 1983.

Leikstjórin McQueen, sigur um nýggja Bobby Sands-filmin Hunger: "What became apparent was how so many people had been touched by this story and it was quite remarkable how everyone knew where they were when Bobby Sands died during the hunger strike, everyone had some kind of relationship to the events of that time."

Robert Polet, stjóri í Gucci fyritøkuni, sigur í sambandi við virðislønina at “Gucci Group loves supporting the arts, for we well know the profound effect that the arts have on our creativity and in enriching our lives. Gucci Group is committed to recognizing and honoring visionaries who transform their art into messages, objects and experiences which we all can embrace. We believe that if we can do our part to aid in the cross-pollination of artistic media, that we will have contributed something lasting and meaningful."

Gucci Group eigir nøvnini Gucci, Yves Saint Laurent, Bottega Veneta, Alexander McQueen, Balenciaga, Bédat & Co., Boucheron, Roger & Gallet, Sergio Rossi, Stella McCartney og YSL Beauté.

Eftir Abu Ghraib og Guantanamo hevur italska Gucci fyritøkan gjørt skakandi fongsulsfilmar til hard-core, cross-over móta. Tað er gleðiliga sjáldsamt!

Nýggi filmurin hjá Cohen brøðrunum Burn After Reading varð sýndur fyrsta stevnudagin í Venezia. Hetta er ein svørt CIA-komedia, "much lighter than No Country for Old Men" segði Tilda Swinton, ið hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin sum kona John Malkovich, CIA maður, ið skrivar endurminningar, meðan konan fríggjar við einum øðrum, George Clooney. Filmar verða sýndir í ellivu dagar og stevan endar 6. september.