Skip to main content

Teldutøkar bøkur til føroyskar næmingar

Næmingarnir Petur Asbjørn, Margeir og Chanette avmyndaðir á mínari skrivstovu í morgun (Mynd: Birgir Kruse)

Tríggir næmingar í Handilsskúlanum á Kambsdali, Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, Margeir Simonsen úr Fuglafirði og Chanette Hansen, sum er uppvaksin í Grønlandi, men býr í Klaksvík, hava frá lærarum teirra Mariu Gregersen og Hjalta Dalheim, fingið til uppávus at skapa eitt nýtt, innovativt virki.

Uppgávan er tvørfaklig og bundin at tankanum um íverksetan.

Næmingarnir hava valt at miðsavna seg um e-books, teldutøkar bøkur, sum skúlin og næmingar kunnu brúka.

Grundsjónarmiðini í nýskapandi fyritøkuni eru at spara pappír og tilfar, men eisini at miðsavna tekst, so lættari verður at leita.

- Tá vit møta á Kambsdali, skulu vit hava teldu og so fáa vit ein bókalista at lesa. Hví ikki gera bøkurnar teldutøkar hjá øllum at lesa og leita í, spyr Petur Asbjørn og tendrar telduna.

Og tað er nakað um tað. Vitan er í stóran mun knýtt at telduni og teldutøkum tænastum.

Fyrr ella seinni mugu vit taka støðu til um tann vitan, sum býr í bókum, framhaldandi skal verða goymd har, hóast bókin er uppseld og høvundurin deyður og farin.

Hvør eigur vitan í vitanarsamfelagnum? Verður í framtíðini nakað samfelag til, sum ikki vil deila vitan?

Eg sigi enn sum áður: "Information wants to be free!"

Ná, nú mundi the ole hippie mist tráðin. Tað sum eg kom frá, var at í dag vitjaðu tey trý meg og vildu hoyra um sambandið við Google Book Search. Tey lovaðu at melda aftur, tá teldutøka bókavirkið er blivið til. Ímeðan fari eg at ynskja teimum góða eydnu á Kambsdali!