21.9.08

Fimm dagar fyri valdið


Høvuðspersónarnir í filminum "Fimm dagar fyri valdið", Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, í durinum í Norðurlandahúsinum beint fyri frumsýningina sunnukvøldið (Myndir: Birgir Kruse)

Meðan Høgni er hin einsamalli í fílabeinstorninum, er Jóannes ein maður av fólkinum. Longu í durinum í Norðurlandahúsinum sást viljin hjá Jóannes at kjakast og koma í kontakt við fólk. Høgni er hin siðiligi, men einsami reiðmaðurin í mytologiska landslagnum. Tað prógvaði undirhaldandi filmurin Fimm dagar fyri valdið. Men eisini at retorikkurin tømist fyri innihald, nærri vit koma valinum.

Her er ummæli skrivað fyri Sosialin 22. september 2008:

Fimm dagar fyri valdið

Í bleiktrandi sjónvarpsljósi og jøvnum tíðindastreymi kann politikkur tykjast spennandi og vælskipaður við góðum spunasmiðum og hollum ráðgevum. Allir av evstu rók í samfelagnum.

Veruleikin er ein annar. Politikkur er eitt einsamt strev, ið kostar nógva tíð og stórt persónligt offur. Tað prógvar nýggi heimildarfilmurin við sniðfundiga heitinum Fimm dagar fyri valdið.

Tí hetta er ein filmur um tveir menn, Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, ið vilja vald, kosta hvat tað kosta vil. Hvør dagur er ein bardagi fyri valdi. Sum flugan á vegginum fylgja vit teimum í fimm teir mest avgerandi dagarnar fyri løgtingsvalið í januar. Og hesar fimm dagarnar falla nógvar grímur.

Millum annað at besti sparringspartnari hjá Jóannesi er konan Anita og at Høgni kennir seg best heima í egna fílabeinstorninum, sum hann tekur til. Vit eygleiða eisini ein bannandi, men skemtingarsaman Jóannes, meðan Høgni er framúr siðiligur, næstan turrisligur. Men so roykir hann so illa.

Upptøkutólini eru sum flugan á vegginum og tey, ið spyrja hoyrast bara hendingaferð. Teir eru Dánjal Højgaard og Tórður Mikkelsen. Uppskriftin er hin góða gamla hjá Niels Juel Arge at klippa seg úr samrøðuni og gera seg ósjónligan. Einfalt og effektivt.

Tað er Dánjal, ið eigur hugskotið handan filmin. Hann prógvaði eisini sítt nærverandi dugnasemi við filminum Svartur Sannleiki (1999) um Ingálv av Reyni. Nærvera er lyklaorðið í øllum hansara arbeiði.

Dag fyri dag verður nýggja søgan um teir fimm valdsdagarnar søgd paralell, javnfjart, við báðum høvuðspersónunum í miðdeplinum.

Krossklippingin riggar væl og er ofta beinleiðis effektiv fyri søguna. At gera politikk til undirhald er ikki lætt. Ja, kanska er politisk orrusta tað truplasta og keðiligasta evnið at syfta, tá umræður undirhald. Men tað hepnast framúr.

Stórsta styrkin er góði teksturin, ið knýtir drúgvu og hendingaríku søguna saman, og so turri upplesturin hjá Pálli Danielsen. Upplesturin er somikið góður, at tú gloymir at hann er har. Tað er styrkin við góðum upplestri. Ikki at taka frá, ella leggja afturat, men bara at bera søguna fram. Einki annað. Tá fær filmaða søgan eitt flow, tey rópa. Og flow hevur søgan um teir fimm dagarnar, ið filmaði valdsdysturin hjá Høgna og Jóannesi varir.

Verri er statt við politiska landslagnum í landinum. Mangan verður tosað um spunasmíð, revakøkur og rossahandlar á hægsta stigi. Hesin filmur avdúkar hvussu syndarliga illa politiska apparatið hjá flokkunum riggar. Tað er ikki bara innihaldsleyst, tað er beint fram høpisleyst.

Besta brotið at prógva hetta er fyrst ein bussfundur hjá Javnaðarflokkinum á Kambsdali og so ein busstúrur hjá Tjóðveldi í Sandoynni har tveir lokalir høvuðkambar fara upp at kóla, meðan vit øll fylgja við. Óbetaliligt. Og so ein taktisk samrøða millum Jóannes og Kristian Magnussen. Óbetaliligt.

Í skemtiligu deildini er besta brotið tá Hendrik Old skriðar sær í rygginum upp móti durakarminum á Apotekinum. Óbetaliligt.

Og so mátti tað koma. Klippið frá valfundinum í Miðlahúsinum, tá Jóannes nevnir kúbeinið úr amboðskassanum hjá Høgna. Tá flenti allur salurin, eisini báðir høvuðspersónarnir. Ein praktfull biografuppliving.

Skilligt er at poltikararnir, ið allir eru menn, hava lært seg hugtakið retorikk. Teir skriva og finna uppá tey fagrastu orðini. Bara Anita, kona Jóannes, talar at. Við hesum filminum kunnu vit siga at retorikkurin vann, men innihaldið tapti.

Eitt sindur óvanligt, at ein sjónvarpsfilmur, sum Kringvarpið hevur gjørt, verður sýndur, sum var tað ein biograffilmur. Men undirtøkan var stór og politiska støðan gav filmin nýggjar, óvæntaðar dygdir. Serliga tí at høvuðspersónarnir, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal, sótu á fremsta beinki í Norðurlandahúsinum.

Hetta er styrkin við biografsýningum – menniskjansliga samveran, at hitta fólk, skifta orð um brot og vendingar í filminum og so at flenna í felag tá okkurt stuttligt verður sagt.

Við at sýna filmin á henda hátt, fingu vit eina kærkomna biografuppliving. Í somáta eru Føroyar kargar. Sera kargar. Filmar eiga at síggjast í biografi. Eisini eygleiðandi heimildarfilmar sum Fimm dagar fyri valdið.

Filmurin varir 100 minuttir og verður sýndur í Kringvarpinum í tveimum pørtum.
Birgir Kruse, filmsummæli, Sosialurin 22. september 2008