21.9.08

Flúgvandi dirigentur vísir vegin


Ein vælnøgdur dirigentur, Bernharður Wilkinson, vísir vegin fyri Føroya Symfoniorkestri, saman við Ágústi Ólafssyni, bassur, eftir framførsluna av "Ein Deutsches Requiem" hjá Johannes Brahms í Norðurlandahúsinum (Myndir: Birgir Kruse)

Leygarkvøldið var eg til messu, requiem, í Norðurlandahúsinum. Ikki katólska fyri teim deyðu á enn deyðari latíni, men lívsjáttandi luthersk á livandi týskum. So sum Brahms hevur ætlað. Strangur hevur hann verið, Brahms, og hevur haft sínar orsøkir at skriva eina deyðsmessu og sjálvur at velja bíbilska tekstin. At teksturin er týskur og heitið har eftir, kundi eins væl merkt at teksturin var á øðrum máli og heitið Ein humanistisk messa. Tað læs eg mær til beint undan konsertini.

Klassiskur tónleikur er hvørki mín sterka síða ella fremsta áhugamál, men hetta var stórbært. Óvæntað stórbært. Breiddin og dýpdin í ljóðmyndini, sett saman av fullum orkestri og stórum mans- og kvinnukóri frá vinstru til høgru, frá innast til uttast, var fantastisk.

Og so báðir útlendsku solistarnir. Serliga spentur var eg at hoyra hvussu íslendski bassurin fór at bera fram tekstin úr Fyrra Korintbrævið, sum konfronterar deyðan: Deyði, hvar er broddur tín? Men hvat, tá setti hann seg, tagdi og kórið tók yvir. Brúsandi stórbært. Púra paff av ljóðmyndini. Hetta var fantastiskt. Kundi hugsað mær at spola aftur og hoyrt hesa løtuna umaftur og umaftur á dvd.

Takk fyri góða konsert!