11.9.08

Føroysk diaspora?

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur samskipað kanningina "Hví føroyingar búseta seg í Danmark" (Mynd: Birgir Kruse)

Í dag legði Sjurður Skaale fram kanningina hjá Norðuratlantsbólkunum, ið vil svara spurninginum Hví føroyingar búseta seg í Danmark. Spurningurin er heitið á kanningini.

Kanningin byggir á tað hagfrøðiligu sannroynd, at hóast vit hava lutfalsliga stórt burðaravlop, hava vit onga framgongd í fólkatalinum, tí so nógv flyta av landinum.

Í kanningin verða teknaðar 4 myndir, ella typur, av føroyingum, sum búgva í Danmark. Kanningin byggir á samrøður við 1000 fólk.

Sagt verður, at sum frá líður kunnu vit vænta at flestu føroysku børn verða fødd uttanfyri Føroyar. Veldug búskaparlig, mentanarlig og sosial virði, sum kundu verið skapt í Føroyum, koma á henda hátt øðrum samfeløgum til gagns, í hesum føri tí danska.

Hugvekjandi og ein frammaná hjá bygdunum og landinum - sum er uttanfyri miðstaðarøkið. Tí tað er hagar útisetar vilja flyta til. Til høvuðsstaðarøkið. Um enn treyðugt. Til heimbygdina vilja tey ikki flyta. Tey lesa seg av bygdini, sum onkur segði tá Lærarafelagið fylti 100.

Eitt er at verða útiseti og lurta eftir kára p. Men at verða føddur í útlegd og har vaksa upp hjá føroyskum foreldrum, tað fer at líkjast jødum og teirra oyðimarkargongd fyri síðani at finna eitt ivasamt heimland. Ræðandi diaspora.