20.9.08

Undangongumenn í føroyskum filmi


Tveir undangongumenn í føroyskum filmi: Pussi, alias Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Mortensen í Sjónleikarhúsinum og niðriundir Pussi við myndatólinum fríggjakvøldið (Myndir: Birgir Kruse)

Føroyskar Søgur, sum eru filmar frá privatfólki, vórðu frumsýndar í Sjónleikarhúsinum í kvøld. Ein hugnalig løta, við deiligum filmsklippum úr Føroyum í næstan hundrað ár.

Uni Leitisten Hansen greiddi frá øllum arbeiðnum, sum hann hevur samskipað. Stjórin í Substanz Film, Troels Uhrbrandt Rasmussen, segði frá hugsanini aftanfyri filmsarbeiðið og Frithleif Olsen, formaður í Eik Grunninum, sum stuðlaði, segði eisini nøkur orð.

Annika Mittun Jacobsen, Kringvarpsstjóri, helt eisini talu og vissaði okkum um at hon fór at goyma henda mentanarliga dýrgrip væl. Hetta er jú ein fongur uttan líka, at fáa allar teir privatu føroysku filmarnar talgildar og tøkar í savninum hjá Kringvarpinum.

Mest áhugaverd var Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna. Væl perspektiverað greiddi hon frá tørvinum at goyma savnslutir, ið eru annað enn pappír og bøkur. Til dømis filmur. Filmseintakið, hon fekk, fór beint á Landsbókasavnið. Soleiðis!

Serliga hugvekjandi varð tað at nógv, ið høvdu latið filmar til verkætlanina, vóru til staðar. Ikki minst teir báðir films-pionerarnir Pussi (Jákup Andreas Arge) og Dánjal Jákup Mortensen úr Havn.

Eg varð óalmindiliga fegin um at sleppa at taka eina mynda av teimum báðum í durinum í Sjónleikarhúsinum. Og sum tit síggja, so er Pussi enn aktivur myndamaður við einum talgildum Sony kamera.