28.9.08

Heystframsýning úr øðrum vinkli

Hundur í bandi á listaframsýning (Mynd: Birgir Kruse)

Ofta verður kjakast um list og hvat, ið er sonn list og um hon sampakkar við hendan ella handan tankagangin. Tað velst ofta um, úr hvørjum horni vit síggja listina og hvat vit vilja brúka hana til. Á Heystframsýningin var ein nýggj, stuttlig uppliving. Ein hundur í bandi. Í sjálvum sær eitt listaverk. Guð vit, hvat hann helt om okkum - og tað sum hongur á vegginum!