27.9.08

Heystið er komið



Ovast síggjast Birgir, Martin, Hans Pauli, Hans og Jóhan Petur á Heystframsýningini 2008. Allir høvdu vit evning hjá Hans David Jacobsen á Venjingarskúlanum. Niðri undir eru vit fýra í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík, ið stuðlar sangleikinum Hair, sum sæst á teltinum við áskrfitini Love og No more War og Peace. (Myndir: Øssur Winthereig og Jákup Nielsen)

Vit gomlu floksfelagar hava sett okkum fyri at møtast um heysti. Seinastu fýra árini hevur tað verið tá Heystframsýningin letur upp á Skipasmiðjuni, ið nú eitir MEST.

Og hetta er mest sum ein spennandi framsýning.

Í ár eru tað 16 listafólk, ið sýna fram. Tey fyrireika alt sjálvi og Inger Smærup Sørensen er sambindingarliður. Hesa ferð vísa tey á, at framsýningin sum uppliving er bæði einstaklingaframsýning og kollektiv. Tey siga soleiðis:

Ein bólkaframsýning vísir verk hjá einarum, hjá listafólkum, sum ikki hava somu listaáskoðan, sum yvirhøvur ikki brúka sama úttrykk og sum vilja nakað heilt ymiskt við síni list. Soleiðis verður Heystframsýningin 2008 eisini, men júst henda framsýningin vísir, at listafólkini megnað at skapa eina heild og fáa listaverkini at tala saman. Til ber at hyggja eftir tí einstaka verkinum, sum eitt sjálvstøðugt verk, men samstundis veksur eitt samspæl millum øll verkini, sum gevur nýggjar møguleikar. Umframt at Heystframsýningin vísir verk av nøkrum av landsins størstu listafólkum, so er eisini høvi at sígga og lurta eftir spennandi samrøðum millum verkini. Júst hetta ger Heystframsýningina til eina av fremstu listarligu hendingum í listakalendaranum.

Eri púra samdur við orðunum hjá listafólkunum. Framsýningin er livandi og fjølbroytt, egin og tó samansett, og hølið blívur bara betur og betur. Tað er sum gjørt til hetta endamál.

Tey 16 listafólkin, sum eru við á Heystframsýningini í ár eru Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson, Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Jákupsson, Olivur við Neyst, Andrias Andreassen, Anker Mortensen, Hanni Bjatalíð, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen og Hjördis Haack, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og Brandur Patursson.

Zacharis Heinesen hevur gjørt innbjóðingarkotið og eitt serprent, ið kann keypast sum plakat á Heystframsýningin. Marianne Krogh Andersen, sum skrivar á Weekendavisen, hevur skrivað um framsýningina.

Frálíkt, men tað fær meg enn einaferð at undrast yvir føroyska fakkunnleikan, soleiðis yvirhøvur. Meðan JobMatch er í Keypmannahavn at fáa útbúgvi fólk heim, so liggur føroyska listfrøðin í dvala. Ikki tí tað er nakar trupulleiki per se at onnur enn føroyingar lýsa føroyska list, men list er eitt inniligt mál, næst at fólkasálini, ið definerar samleikan í øllum heimsins londum. Her er ikki rúm fyri sjávinismu. Bara fólkasál. Og hesin listabólkur á Rundingi fyllir so nógv í føroyska landslagnum, at hann eigur at verða lýstur á upprunaføroyskum. Hvørki meir ella minni.

Eftir at hava sæð framsýningina, ganga vit fýra ein túr eftir eini skrá, sum í felag er løgd framman undan. Í dag hyggja vit at tveimum bygningum, Føroya Tele í Hoyvík og nýggja Statoil bygninginum á Óðinshædd, innan vit bowla og kappast um Lebowski-steypin á Hálsi. Síðani eta vit døgurða úti á Norðasta Horni, hægstu føroysku bygdini.

Jú, heystið er byrjað.