6.9.08

Litríkur og livandi listamaður




Leif Sylvester letur upp listaframsýning í Norðurlandahúsinum leygardagin og smæðist ikki fyri at fara í dialog við verkini, meðan Anna V. Ellingsgaard á Sosialinum fær eitt prát við litríka og livandi listamannin (Myndir: Birgir Kruse)

Leygardagin lat Norðurlandahúsið upp framsýning við 41 verkum hjá danska fjøllistamanninum Leif Sylvester. Og har stóð hann, góðsligi skemtarin Leif Sylvester, 68 ára gamal og upprunaliga timburmaður, mitt í Havn. Ein kulturpersónligheit.

Saman við Erik Clausen fór hann síðst í 60’unum at sýna fram á gøtum og strætum. Orsøkin var, at teir báðir vóru misnøgdir við kendu listafólkini, ið sýndu fram á heystframsýningini, Kunstnernes Efterårsudstilling.

Saman fóru teir eisini at spæla tónleik og film og gjørdust kendir sum atfinningarsamir, men tó ertandi stuttligir sjónleikarar og gyklarar kring alt landið.

Meðan Erik Clausen hevur halgað seg filmi og hvøssum mentanarligum kjaki, er Leif Sylvester vorðin kendur myndhøggari og litríkur málari, ofta við einum provokativum baksýni, sum tó á ein livandi og skemtiligan hátt setir spurnartekin við galdandi hevd og tey rák, sum frammi er.

Litríka og stuttliga framsýningin er opin til og við 28. september. Eg kann bara siga – far og hygg!