Skip to main content

Megin í listini




Inger Smærup Sørensen signerar bókina "Livandi list" í bókasøluni Rit og Rák í SMS í dag. Niðast sæst málningurin á bls. 175 (Myndir: Birgir Kruse)

Myndlist er ein blómandi listagrein. Soleiðis hevur leingi verið. Í hvussu er síðani Niels Kruse og teir fóru at mála fyri hundrað árum síðani. Men virðingin fyri listini, samstarvið millum útinnandi listafólk, stuðlar og fyriskiparar hevur ikki altíð verið gott.

Brøðurnir Torbjørn og Hans Pauli Olsen tykjast órørdir av hesum rákum, íðum og rembingum. Í nýkomnu bókini Livandi list nemur høvundurin, ið er listfrøðingur, við henda veruleika á blaðsíðu 174. Hetta er júst í sambandi við Torbjørn Olsen og list hansara.
Og guðsdoy sum eg eri samdur við henni. Serliga tá hon, við støði í málningin Torbjørns, peikar á megina í einum málningi. Styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin er eisini í tí tóma rúminum, sum er at síggja tey støð, har løriftið er órørt, har rúmið knappliga gerst undarligt, uppbýtt, ambivalent, og tað er í linjuni, sum ta einu løtuna er dynamisk og tykist at liva sítt egna lív og í eini aðrari løtu er konstruktiv og byggir upp rationell skap og rúm.

Fín bók, so far. Serliga tí at eg í gongini heima havi hangandi stóra málningin Útsýni (2006) eftir Torbjørn Olsen. Hann er endurgivin á blaðsíðu 175 í bókini. Sera stoltur at eiga eitt tílíkt virðisbræv í livandi føroyskari list. Godt gået, Inger!