Skip to main content

Mosavaksin minni

Rustaður konteynari við Áir (Mynd: Birgir Kruse)

Hyggið væl at hesi myndini. Hetta er ein partur av Føroya søgu, sum nýliga er gloppin okkum av hondum. Norðuri við Áir er niðurlagda hvalastøðin. Niðri við støðna er dráttur, har stórhvalir vórðu drignir í land og skornir upp. Dygst við dráttin stendur ein rustaður konteynari. Og hyggið nú væl. Á mosavaksna botninum í buglaðu rustbingjuni liggur ein akvavittkassi frá Kattrup. Yes, ein kassi frá Veru. Á botninum í einum rustaðum konteynara á eini afturlatnari hvalastøð. Kunnu viðurskfitini blíva fornari? Við alfaraveg liggur hetta stilltalandi vitni um nýlidna føroyska tíð og tilveru. Ja, Veru, sum var eitt úrslit av forboðum og almennum tvørleikum. Eins og føroyska ullin hjá Guðrun & Guðrun. Eins og Rapport hjá Statoil á Argjum. Eins og...ja, tú hevur fangað poengið.