10.10.08

Rætt mær gittarin, pápi!



Gott at hava ein hjálpandi pápa. Ragnar, stjørnan í Talent 2008, biður pápan Finn Hansen, rætta sær gittaran eftir at strongurin er slitnaður í Margarinfabrikkin í dag. Niðri undir er Ragnar saman við gittarleikaranum og trummusláaranum, ein power trio, og niðast saman við øllum vinmonnunum kring lokala punkbólkin í Havn (Myndir: Birgir Kruse)

Sjálvdan havi eg møtt einum sovorðnum ljóðtrysti og eini sovorðnari tryggari spæligleði sum á Marganfabrikkini í dag. Ragnar Finnson og tveir vinmenn spældu punk, sum var tað ikki bara Green Day, men beinleiðis The Who í 60'unum. Live at Leeds, til dømis. A Timewarp.

Allir tríggir framúr beinraknir og málrættaðir á palli. Kanska serliga gittarleikarin, sum spældi og førdi seg fram, sum var tað sjálvur Pete Townshend og ikki bara hansara straight gittarspæl, men eisini hansara rørslur við stórsvingandi gittararmi og sjáldsama dynamiskum pallspæli. Eisini á knøunum, akandi fram til kantin.

Eg sigi sum Landauer, tá hann fyrstu ferð sá Springsteen: "I have seen the future of rock'n'roll, and it's name is...Ragnar og teir báðir vinmenninir!"

Keep it up, punkers!