4.10.08

Síðstu offrini hjá Anwar Sadat


Ovast eru kappingarneytarnir og verturin avmyndaðir við Kringvarpstrappuna í Sorturdíki. Niðast er Meinhard í holt við at svara fyrsta skipaspurninginum (Myndir: Ove Olsen og Birgir Kruse)

Í spennandi spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe taptu vit báðir, Meinhard Jensen og eg. Sjiit. Men vit vunnu so annað plássið í áttindapartsfinaluni. Tað høvdu vit sett okkum fyri. Men at vit skuldu falla sum offur fyri Anwari Sadat, tað var heldur óvæntað. Sorry, Meinhard. Minnið kann spæla okkum øllum eitt puss. Men hvat, tá vit lesa Sálmistin sigur hann at “túsund ár í eygum Tínum eru sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.” Tá alt kemur til alt, er bara poesiurin eftir.