30.11.08

Geronimo 100



Jóhan á Plógv við Geronimo í nýfalnum jólakava í Havnardali. Niðast síggjast nøvnini á hestunum, sum eru farnir úr fjósinum Dixie (Myndir: Birgir Kruse)

Geronimo livir, er av Árnesi og býr í Havnardali. Eitt íslandsross, sum Jóhan á Plógv eigur. Rossið er uppkallað eftir víðagitna indiánarahøvdinginum Geronimo, sum doyði fyri 100 árum síðani. Á vegginum í hugnaligu reiðstovuni hevur Jóhan yrking um Geronimo. Nærri koma vit ikki einum føroyskum indianara. Reiðstovan var karmurin um ársins jólafund í Kúrekafelagnum. Á vegginum hongur eisini ein blaðgrein úr Dimmalætting, sum sigur alt: Hetta er Føroya feitasta fjós!