15.11.08

Kjøtbein til málið



Keypti tvey kjøtbein um dagarnar. Ikki tí, eg havi ikki fingið mær hund. Nei, kjøtbeinið er til bilin. Soleiðis kalla tey eina stabiliserandi stong, sum í øllum lendi skal halda skil á stýrandi framhjólunum. Halda tey í water.

Sigst, at tað eru lastbilamekanikarar, ið hava funnið uppá navnið kjøtbein.

Men her stendur so svart uppá hvítt, at navnið eisini verður brúkt í bókhaldinum hjá Føroya stórsta handli við eykalutum til persónbilar.

Stuttligt navn. Kanska er tað tí, at stabilisatorstongin í veruleikanum líkist einum kjøtbeini at kasta fyri hundin. Og serliga stuttligt at síggja at málið er ikki tað, tú helt tað vera. Málið er livandi og livir eisini á hondgrípiliga verkstaðnum street level.

Í teldutøku orðabókini http://www.obg.fo/ stendur: kjøtbein [ʧœb-] h 3 bein av dripnum dýri við kjøt(slintrum) á (rátt el. kókað)