5.11.08

Retorikkur í hægsta potensi


Amerikanska flaggið, sambært Hugh MacLeod í Gaping Void, til høgru á hesari síðu

Forsetavalið er av og heimurin hevur fingið fyrsta litta amerikanska leiðaran, Barack Obama. Ungur og eitt retoriskt begávilsi.

Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var tað sum eitt ekkó av fremsta talara í okkara tíð, Martini Luther King. Hesin varhugi styrktist og varð púra greiður upp undir valið. Framburður, orðaval og orðalag, var sum at hoyra ”I have a Dream”, taluna sum Martin Luther King helt í 1963. Ein toppari í retoriskum kjaki, m.a. á heimasíðuni American Rhetoric.

Gamaní, eru talurnar hjá Obama bornar fram útvið hálva øld seinni og tí vinklaðar og klæddar av nýggjum. Men alla tíðina snara tær um retoriska snúningsásin ”Let freedom ring, let freedom ring”. Grundtónin í talu Kings.

Jú, her var retorikkur í hægsta potensi. Ikki bara hjá Obama. Tá John McCain í endaligu taluni legði kongin, vendi hann eini upplagdari taparatalu til eina vinnandi og samtykkjandi virðistalu. Serliga í seinastu setningunum. Innihaldsligi retorikkurin vann.

Men tað kundi ikki sigast í heimliga dunnuhylinum. Fyrsta var tað SvF filmurin ”Fimm dagar fyri valdið” um teir báðar leiðandi menninar í føroyskum nútíðarpolitikki. Eftir frumsýningina skrivaði eg ummæli her á blogginum: ”Skilligt er at poltikararnir, ið allir eru menn, hava lært seg hugtakið retorikk. Teir skriva og finna uppá tey fagrastu orðini. Bara Anita, kona Jóannes, talar at. Við hesum filminum kunnu vit siga at retorikkurin vann, men innihaldið tapti.”

Innihaldið í føroyska politiska retorikkinum anno 2008 kundi staðfestast at vera null og nada.

Dagin fyri amerikanska forsetavalið eydnaðist aftur Kringvarpinum at loysa tveir illar tarvar av bási. Fyri opnari mikrofin fóru teir at ríða politiskan ediling. Annar sum tarvur í porselensbutikki og hin sum uppafturgrivin Pinochet uppá speed.

Nei, sanniliga. Føroyski retorikkurin letur bíða eftir sær. Og enn eru vit ikki komin har til at mekaniski retorikkurin kann hugsast at hava eitt innihald. Í løtuni er hann bara ótilpassað vrøvl. Severis Nada Faroensis Politicus.