Skip to main content

Teir gera klárt at ríða



Jóhan á Plógv og Jón Johansen gera Stjarnir og Ramses klárar. Oddbjørn, Heri og Terja hyggja æt. Niðast Jóhan Petur, Beddi, Sonhard og Hallur í góðum lag í fjósdurinum (Myndir: Birgir Kruse)

Í sambandi við ársfundin í Kontríklubbanum var høvið at ríða í stóru Reiðhøllini, sum er innanfyri fjósið Dixie í Havnardali. Stuttligt var at síggja alla útgerðina, saðlar og teymar og tað sum reiðmenn brúka. Jóhan og Jón gjørdu hestarnar klárar til okkara, so vit av røttum kundu kalla okkum kovboys og kúrekar. Onkrir høvdu aldri sitið á hestbaki áður.