Skip to main content

Valmyndir



Ovast sæst Sígrún Brend við langa brævopnaranum. Nærri slapp hon ikki atkvøðurúgvunum. Í miðjuni telja tey upp við grønu borðini. Aftast verður ein svartur kassi tømdur. Niðast fái eg, eftir loknan dyst, Havnarnálina hjá borgarstjóranum í reversið. Sig so tað. (Myndir: Bjarni Rubeksen, Birgir Kruse og Magni á Lakjuni)

Kommunvalið 2008 er av og í Havn er býarstýrið 2009-2012 skipað og nevndir valdar. Eftir ársskiftið taka tey valdu við býarstýrinum. Tá hevur Havnin verið fólkavald kommuna í 100 ár.

Valkvøldið sendi Sigrún Brend úr Ítrótarhøllini á Hálsi. Tað var bara heilt hugnaligt, hóast politikarar, umsiting og fjølmiðlar sjálvdan eru samd um at geva hvørjum øðrum arbeiðsnáðir. Og kanska er tað her at sjálvur kjarnin í fólkavaldu hugsanini er grivin.