Skip to main content

Verðinsmaður ella útiløgukattur?


Quantum of Solace í Havnar Bio í gjár. Hetta er 22. James Bond filmurin og annar filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum.

Sigst at Craig sjálvur hevur valt heitið, sum hann hevur funnið í gomlum bókum hjá Ian Fleming. Og samstundis skal Craig hava gjørt greitt at hann vil ikki spæla í deyðsmerktum filmum, tað er filmum, ið hava orðið “Death” ella “Dead” í navninum.

Kanska er beinleiðis orsøkin at sangurin í aktuella James Bond filminum eitir Another Way to Die. Sangurin ímyndar filmin. Larmar illa, er pátikið dramatiskur, men annars púra uttan hook lines. Her eru eingir tónar ella harmoniir, ið sita eftir. Eingin dýpd, bara sansaligur ágangur. “Ein tjubang filmur”, sum Pauli Olsen hevði sagt.

Haldi tað vera spell, at ein av bjartastu filmisku ímyndum, James Bond, er farin í svart. Øll elegansa og sosialt vit eru farin av honum.

Sean Connery livdi í einum og øllum upp til hesa hugmynd um elegansu og sosialt vit. Daniel Craig hoyrir til eina aðra tíð. Hann er tigandi og desperatur. Sum ein útiløgukøttur, ið kroniskt gongur á illum.

James Bond er vorðin ein illbrýntur hevnari. Og handritahøvundarnir sleingja okkum bitar um geopolitiskar trupulleikar, ið krevja eina loysna her og nú, skal heimurin ikki fara av lagi. Tað er ikki petti stuttligt.

Undirhaldsstjørnan James Bond er farin at lýsa yvir øðrum støðum. Støðum, har hvørki Ian Fleming ella Daniel Craig grynna. Teirra søgur er ikki gjørdar til hasar vinklarnar. Tí haldi eg at James Bond, sum nú leggur seg í kjalarvørrinum á Jason Bourne, hevur dumpað.

Eleganti verðinsmaðurin er vorðin innilæstur útiløgukattur. Bond, er navnið, James Bond, skuldi nakar ivast.