26.12.08

Sattelittradio í hondum



Sattelittradio er í hondum, niðri undir sæst eitt uppslag úr Jóladimmuni og niðast Carl Malamud, ið uppfann netradio

Millum jólagávurnar í ár var eitt sattelittradio.

Set til streym, finn ein tráðleysan beinara, goym støðina og skrúva frá. So kanst tú lurta eftir øllum heimsins útvarpsstøðum. Eisini teim trimum føroysku.

Tað var Carl, við tí undarliga eftirnavninum Malamud, ið fyrstu ferð sendi útvarp um internetið. Hann lat teldunørdar hittust einaferð um vikuna at tosa um – ja, teldur. Hetta var í 1993.

Árið eftir sendu Rolling Stones eina konsert um internetið við hesi tøkni, sum vit í dag kenna sum netradio. Síðani bleiv vanligt at útvarpsstøðir fóru at senda um netið eisini. Ein tænasta, sum í dag er so útbreidd at hon kann fevna um úrvaldar sjangrur og fastsett tíðarskeið, tá umræður tónleik. Júst til tín smakk.

Mest spennandi í so máta er amerikanska Sirius støðin. Men har skalt tú tekna hald fyri at lurta.

Sum skilst er útvarpsmiðilin í broyting. Stórari broyting. Frá at verða lokali garanturin fyri fólkaræði og talufrælsi, er útvarpið ein undirhaldsmiðil, ið allan tíðina leitar eftir sínum marknaði.

Vit kunnu tosa so nógv vit vilja um almannavarp, public service. Men smámálið føroyskt og dvørgatjóðin Føroyar fer neyvan at gera stórar skreytir í hesari kapping. Í cyberspace er ikki rúm fyri tjóðskaparligum sentimentaliteti, just for the sentiment.

Føroyska fjølmiðlaútboðið um jólini ber heldur ikki boð um stríðsvilja, orku ella evni á hesum øki.

Meðan Kringvarpið liggur í andalopi, kom Jóladimman í hvørt hús. Eina uppslagið helt eg vera so framúr stuttligt og sigandi um fjølmiðlastøðuna í landinum og ikki minst hugmyndina av miðlabrúkaranum, lesaranum, ið rindar fyri tænastuna.

Eg havi ditta mær at avmynda uppslagið í Jóladimmuni omanfyri.

Ovast til vinstru lesa vit um býráðslimir, ið krevja fund og – haldi tykkum fast – fáa fund. Vorðið sum tíðindi. Niðri undir lesa vit um føroysktlærarar, ið ikki duga at lesa. Intresant, men hvar er perspektivið? Høvuðsgreinin, mitt fyri, lýsir innanhýsis stríðið í Kringvarpinum. Allur teksturin, ein grein og eitt bræv, er at lesa aðrastaðni í blaðnum. Niðri undir høvuðsgreinini kunnu vit lesa um at Listaskálin verður útbygdur. Tað veit Grafiski verkstaðurin ikki og hevur tískil onga meining um. Vorðið sum tíðindi. Longst til høgru lutar blaðstjórin, fólkaræðisligi garanturin, út meiri enn triðings milión til tey, ið hava E-kort. Hvør er meiningin og hvar er heilaga vatntætta skottið millum lýsara og redaksjón? At enda hevur løgreglan funnið hasj á fløgvøllinum og kokain í Kvívík. Tað er avgjørt okay sum tíðindi. Men hvar er perspektivið?

Føroyskir fjølmiðlar, prentaðir sum luftbornir, eru so drenaðir fyri innihald, hagreiðing og vinkling, at har er einki at koma eftir. Teir gerast okkum meir og meir óviðkomandi.

Samstundis sum teir hóreiggja sær við pástandinum um at teir eru trygdin fyri fólkaræði, miðlarnir. Teir eru vakthundurin, ið skal fáa maktina at rista í brókunum. Gomorin. Føroyski fjølmiðilin er mest sum brókaleysur, vil eg sum rindari siga.

Skulu ikki øll fáa sær sattelittradio og lurta eftir útlendskum undirhaldi, ið hóskar til hvørja løtu á árinum, so mugu fyrst av øllum redaksjónir og síðani føroyskir politikarar taka sær um reiggj og í verki vísa, hvat teir vilja við einum føroyskum almannamiðili.

Ein sovornan kendu vit einaferð undir navninum Útvarp Føroya. Tá vit í framtíðini fara at sláa hetta orðið upp í føroysku cyberorðabókini, fer at verða sagt: Útvarp, sí undir: fortíð.

Útvarpið, sum ikki longur sendir í prime-time, tað er fríggja-, leygar og sunnukvøld, er farið á fornminnissavn.

Kanska er tað tíðarinnar tonn. Livst, so spyrst.