10.12.08

Trummur við Brimi


- Hesa LP plátuna kanst tú fáa ein rúgvu av dollars fyri, sigur Gunnlaugur Briem og peikar á "Surprise Surprise", sum eg keypti á Guernsey í 1983. Ovast situr Briem við trummusettið hjá Rúna úr Deja Vu á persiska teppinum í Reinsarínum (Myndir: Birgir Kruse)

Á Reinsarínum í Tórsgøtu hevur Gunnlaugur Briem spælt uppá trummu alla vikuna. Ikki einsamallur, men saman við øll virknum føroyskum trummusláarum, ein og ein, við trummusettið hjá Rúna W. Højgaard.

Innan hann skuldi undirvísa James Olsen, fekk eg loyvi at taka nakrar myndir av trummustjørnuni úr Mezzoforte.

Tað var á námsferð við Hans Holm og læraraskúlanæmingum á Guernsey í 1983 at eg keypti tvær LP plátur við Mezzoforte, sum tá var nýggja stjørnan á rútmiska fusjónshimmalinum. Saman við nøvnum sum Spyro Gyra, Crusaders og Bob James. Í hvussu er í mínari verð.

Pláturnar vóru givnar út árið fyri á íslendska plátufelagnum Steinar, ið hevði fingið sær adressu í London og broytt navnið til Steiner Records (UK). Pinnacle breiddi pláturnar út fyri íslendingarnar á bretska marknaðinum.

Í nøgv ár var eyðkennislagið hjá Fimtan Teim Bestu av júst hesari plátuni, ið sæst á myndini omanfyri. Onnur løg av somu plátu brúktu fimleikarlið í Havn til venjingar og framsýningar.

Hóskvøldið í annaðkvøld, møtast Gunnlaugur Briem og allir teir føroysku trummusláararnir til drumworkshop á Reinsarínum í Tórsgøtu.

Sum Sandy Nelson segði: Let there be drums!