22.1.09

Edward Fuglø á Løgmannabreyt




Edward við littekning av myndrondini á gólvinum inni í miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Edward á brúnni í miðhøllini við myndrondini brettari út. Edward á brúnni í stóru høllini mitt í skúlanum (Myndir: Birgir Kruse)

Edward Fuglø úr Klaksvík fer at myndprýða størstu bygging nakrantíð í Tórshavnar kommunu. Tað er skúlin við Løgmannabreyt.

Týsdagin avmyndaði eg Edward í stóru miðhøllini, har pallur er bygdur inn í veggin og ein stór brúgv sker seg sveimandi gjøgnum rúmið.

Edward lýsir listaverkið, sum eina søgu um tann, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu.

Hetta er ein myndrond, ein frisa, sum í støðum er seks metrar høg. Rondin er gjørd úr ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í stóru høllini. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars.

Myndrondin sigur søguna um tann, ið lurtar og sær og lærir seg at týða tekin, sigur Edward og heldur fram:

- Hetta er eisini søgan um tann, sum hevur áræði og mót, og sum fer gjøgnum eld og vatn at náa sínum málum. Hetta er søgan um tað góða, sum sigrar á tí ónda, sigur Edward og leggur afturat, at henda elligamla søgan er veldug.

- Hon er í øllum mentanum og allastaðni; hon er í alheiminum. Henda søgan verður søgd og sungin, yrkt og málað, og við hvørjum nýggjum lívi byrjar hon umaftur. Hetta er eitt óendaligt kvæði, og figurarnir á veggjunum eru risastórir og undirstrika tað velduga. Tað er eins og vitja teir okkum úr alheiminum, har søgan ferðast sum ein geisli ella eitt litfagurt tvunnið band. Teir skulu geva íblástur, men eisini vera tignarligir.

- Rúmið ger søguna, saman við støddini á figurunum. Myndrondin og rúmið mugu samskifta og ikki taka ræði hvørt av øðrum.

- Ert tú nær við og hyggur upp á figurarnar, fært tú eina uppliving, støddin á figurunum ger teir deformar. Litir og skap dominera.

- Uppi á brúnni, sum fer gjøgnum høllina, er upplivingin ein onnur.

Brotapettini í myndrondini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru úr træi og metalli, meðan onnur eru úr plasti og foliu.

- Ymisku evnini skulu vera við til at undirstrika ta óendaligu søguna, frá tí forna fram til science fiction, sigur Edward Fuglø.

Heildarfigurarnir verða hetjur, moyggjar og talandi fuglar úr gomlum døgum. Brotapettini verða robottar, før og verur úr Star Wars.

- Men søgan er hin sama, sigur Edward Fuglø listamaður.