Skip to main content

Gott nýggjár





Ovast eru øll í Tórsbyrgi savnað við kyndlum; síðani sæst hvussu fest verður í og hvussu gongan fer avstað; síðani sæst Martin við innbjóðingini, sum er borin í hvørt hús; at enda verður tjóðsangurin sungin og niðasta myndin sýnir Rebekku við bálið (Myndir: Birgir Kruse)

Seinasta tíman í gamla árinum savnast fólk í Tórsbyrgi at bera kyndlar, sum Martin Enok Jespersen hevur tilriggað allan dagin.

Frá Jógvani Weihe hevur hann fingið eplasekkir úr hessian, sum hann og sonur Erik hava vundið um stokkar, tvey ganga tvey, sum teir siga, og so dyppað alt í dieselolju.

Hvørt húsarhaldið í Tórsbyrgi fær so ein kyndil og eftir at fest er í, ganga øll runt økið.

Byrjað og endað verður við bálið handan hitamiðstøðina mitt í Tórsbyrgi.

Eftir rundferðina verður tjóðsangurin sungin og kyndlarnir verða kastaðir á bálið.

So er midnátt og øll ynskja hvør øðrum gott nýggjár við heilsanum, sjampanju og ræstari súpan.