21.2.09

Fimtan ára gomul T-shirt


Ein 15 ára gomul T-shirt sigur frá at Pink Floyd eru farnir á konsertferð kring allan heimin. Tað var í 1994. Yours truly, framman og aftan, 15 ár seinni. Myndin av Pink Floyd er úr LP plátuni 'Meddle' frá 1971. Ein góður tittul er 'A Pillow of Winds'. Stóra myndin vísir hví aldrandi rokkarar sakna plátuhúsar.

Í dag eri eg farin í eina 15 ára gamla T-shirt. Fann hana á loftinum og mintist tá Jákup Eyðun, Heri og eg vóru við Smyrli í Aberdeen og keyptu fløgur. Tað vóru dagar. Og tá vóru eisini sambond við umheimin. Sambond, sum í dag eru burtur.

Og so vóru sendingar sum Náttarravnar og Burtur á Heiði og kanska eisini Kuffertið, ein ferðandi tónleikasedning og Undir Norðstjørnuni við nýggjum rútmiskum tónleiki á norðurlendskum móðurmáli.

Gomlu T-shirt'ina eri eg farin í, tí at í dag fari eg at lurta eftir The Wall. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu heilsar borgarstjórin í Havn øllum áhoyrarum m.a. við hesum orðum:

Við greiðum útsøgnum setir tónleikaverkið spurnartekin við fólkaræðisligu samfelagsskipanina, soleiðis sum høvuðsleikarin ’Pink’ kennir hana á egnum kroppi, innan og uttan fyri múrarnar.

Hóast døkk skýggj og nógvan mótgang megnar ’Pink’ at knógva seg gjøgnum persónligar og samfelagsligar múrar og gerst at enda ein heilskapt menniskja.

The Wall gevur okkum samstundis eina ábending um, at fólkaræði og medábyrgd hins einstaka ganga í ring. Og at ringurin er ongantíð sterkari enn hin veikasti liðurin. Tí endar seinasti sangur í The Wall við sama setningi, sum byrjar hin fyrsta sangin.


Sodann. Og tí eri eg farin í eina 15 ára gamla T-shirt við áskriftini "Pink Floyd World Tour 1994".