Skip to main content

Gomorra - mafiafilmur úr Italia

Marco og Ciro stjala vápn og skapa teirra egna her í filminum Gomorra. Fyrsti kapitil í deyðadóminum er skrivaður. Greitt er at teir liva ikki filmin av.

Týskvøldið sá eg italska mafiafilmin Gomorra í minna salinum í Havnar Bio. Spennandi at síggja henda nógv umrødda film og skaldsøgu í nærum fullum sali, mitt í Havn.

Blaðungi rihøvundurin Roberto Saviano hevur skrivað og í endanum á filminum hjá Matteo Garrone síggja vit, hví høvundurin hevur verju fyri neyðini allan sólarkringin.

Søgan er ein beint framaná, tá umræður ikki bara brotsmannaliðið Camorra í Napoli, men eisini menningarhjálp á bygd í Evropa og stuðul til nýggju Twin Towers í New York. Alt er fíggjað av, ella kemur í hendurnar á, brotsmannaliðum, sum eisini definera tilveruna hjá íbúgvum í fátækrabýlingum.

Stættarsamfelagið í hesum býlingi í Napoli er so djevulskt at rætta filmsheitið eigur at vera Postkort úr Helviti, skrivað í okkara tíð til lesarar og biografgangarar í dagsins metropolum.

Hóast filmurin er djúpt skakandi, er hann lítið áhugaverdur sum filmur. Eins og bretski filmurin á hindi máli Slumdog Millonaire lýsir heimleys børn í Mumbai, so lýsir Gomorra lægstu stættir í Napoli og teirra royndir at liva við ella ímóti mafiuni.

Filmska styrkin í Gomorra er reint dokumentarisk og ikki filmisk, tíansheldur filmslistarlig. Her er eingin filmisk frásøgufinessa, ella estetisk roynd í liti, ljósi ella kompositión, sum til dømis í turkiska 3 Monkeys í gjár. Tveir filmar, ið hava nógvar topografiskar líkleikar, men ongan filmiskan.

Men filmurin ger tær mun. Stóran mun. Tú fert heim í øðini. Inn á peningavaldið, stættarsamfelagið og vónleysa býarplanlegging. Og handan forbannað ES-stuðulin, sum á bygd elvur til reina korrupsjón, tí øll eru so himlandi býtt á bygd. Tú gerst í øðini eins og í amerikanska In The Heat of the Night, sum eisini fer fram á bygd. Eg sá filmin í sama biografi, Havnar Bio, fyri 40 árum síðani. Minnist at eg knýtti nevarnar og bannaði yvir heimsins óndskap og skipaða órættvísi.

Jú, fátt kann sum filmur skapa eina kollektiva sosiala indignasjón. Dokumentariska styrkin í Gomorra er ikki at forsmáa. Hon er so egin og sterk, at hon fær sítt egna lív og tú gloymir at hetta er filmur. Dokumentarisman tekur yvir og vinnur á teim filmisku frásøgusnildunum, vit kenna úr vanligu biograffilmunum.

Hetta er hard core og deep no mercy.