Skip to main content

Skírisdagur 2009



Í fleiri ár hava Augusta Mikkelsen og Jón Kragesten savnað grannar, vinfólk og familju skírisdag at fagna várinum.

Um morgunin møtast vit eitt avtalað stað í Suðurstreymi og ganga allan dagin eina avtalaða leið. Í ár møttust vit í Kirkjubø og gingu út á Bø, niðan á suðurendan á Kirkjubøreyni, fram við grótbrotinum á Glyvursnesi og heim á Hamarin á Argjum.



Á túrinum út á Bø visti Erland Viberg Joensen nógvar søgur um Barjama úr Leith, sum fór á land her, og fekk kraddaralyndið fram í føroyinginum við streymharða fjørðin. Á heimasíðuni Leith Patriots skrivar ein sum eitir Scott soleiðis:

The Bucklaw, Heriot and Barjama, these 3 I signed on and sailed from Leih, coasters as they were termed. My first ship was the Southern Raven, one of Salvesons, as you know, all of them started with Southern.The one I want to tell you about was the Barjama, also known by the crew as the Leith submarine, it was said on many occasions, it went down outside the Forth and came up at the Faroes. when it entered the Pentland Firth you tied yourself in your bunk, if not you woke up being thrown on deck.On the 26th. January 1952 near the Faroes it hit a reef and sank. At 3a.m. I was washed out of my bunk, Brass Monkeys did not have a look in with the weather.A fishing smack seen the flares, and we had to jump for it. My 3 sons would never believe me about this, until I found my mislaid discharge book and there it is, Dicharged at sea on the 26-1-52.Those were the heady days.Regards Scott.

Ein sangur varð eisini yrktur um Barjamu. Og ikki at gloyma Dia á Bø, sum tók bíløt og vísti film í Steinagøtu í Havn, har Føroya Banki nú er. Hann var hiðani.




Drúvur, kjøt og øl eru sannar fjallafreistingar. Í baksýni Hestur.



Eftir stravnu líðina koma vit niðan á slætt og eta matpakka. Bøurin er vátur, so gott er at ganga í gummistivlum. Vit skifta orð um yrkingar hjá Tóroddi Poulsen, sum hann í Sosialinum ber saman við steinar á Kirkjubøreyni. So steðga vit á við eina lítla og stuttliga stovu hjá kirkjubømonnum at kynda bál og eta.



Óli Rubeksen hevur lykil til stovuna. Á hurðini stendur at hon skal bindast væl aftur.



Jón, ið er gamal skóti, greiðir frá um djúparu prinsippini at kynda bál á heiðini.






Í Guðs fríu náttúru eru allir hentleikar og laga manni er at vaska upp.



Undir sól og mána hevur alt sítt pláss. Eisini dassurin.



Vit skriva í gestabókina og fara víðari.



Í náttúrini er stuttligt at spæla, eisini at leypa av hesum klovna klettinum við Nólsoy í baksýni.





Longur frammi í haganum eru eini smá og snøgg skótahús, sum Turið dámar væl.

Eftir drúgva gongutúrin bjóða Jón og Augusta sum vant súpan og breyð. Góða og mettandi súpan, sum Anna Maria, ið er úr Klaksvík, onkuntíð rópar stormsúpan. So verður sungið úr einum hefti við søguligum bíløtum frá skírisdagstúrunum undan.

Gamaní verður eisini prátað. Millum annað um dagin í dag, hvørt hann eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Hesi seinastu trý boðini vóru frá Høgna Mohr, sum er úr Vági. Súsanna Tórgarð hevði hugt í lestrarbøkurnar hjá pápanum og funnið eitt notat um at í Suðuroy verður sagt skertisdagur.

Føroysk-enska orðabókin hjá Young, sum Skúlabókagrunnurin gav út í 1985, liggur opin á Google Book Search. Har sæst sama orðið, skertisdagur fyri skírisdag.

Aftur í ár er ein góður skírisdagur komin at enda. Keep it up, Augusta og Jón!