Skip to main content

Apoteosa Triers

Ovast sæst Willem Dafoe sum mannligi høvuðsleikarin í nýggja filmi Lars von Triers 'Antichrist'. Niðri undir sæst kvinnuligi høvuðsleikarin Charlotte Gainsbourg við ársins gyltu virðislønin í Cannes. Til høgru er maður hennara Yvan Attal, sum eisini er sjónleikari (Pressumyndir)

Upprunaliga skrivað 24.5.2009:

Fyrr í vikuni hoyrdi eg Ólav Hátún velja heimligar felagssangir í Útvarpinum. Ein teirra var ‘Vit hoyrdu várið kalla’. Djúpt erotiskur sangur eftir Karsten Hoydal (1912-1990), sum sjálvt fínarumpur úr Havn kunnu syngja í sjávinistiskum mannfólkaveitslum langt burturi á heiðini. Hesin sangur kom mær til hugs, tá eg gekk út úr Dagmar biografinum í Keypmannahavn í kvøld, har tey júst høvdu víst nýggja Trier-filmin ‘Antichrist’ (2009).

Í botn og grund eru sangur og filmur um sama ítøkiliga evnið. Kjøtiliga sambandið millum mann og kvinnu, hildið upp móti ótamdu náttúruni. Ein frásøgn um ta keldu, sum lívið streymar úr. Munurin er bara premissurin, og so estetikkurin og hvussu evnið verður hagreitt í báðum tekstum, sanginum og filminum.

Sangurin er bjartur og lívsjáttandi. Filmurin er døkkur og djevilskur. Og tó. Karmurin um filmin, ljósseting og myndatøka, eru í flestu støðum so tølandi vakur, at tú títt og ofta situr og hugsar um Andrej Tarkosvkij og hansara undurfult bíbilskt poetisku filmar. Og sanniliga eisini ljóssetingar og uppstillaði myndaevni hjá okkara egna Bárði Eklund. Estetikkurin í hesum filmi fer sínar egnu vegir og broytir allan logikk, tá umræður filmiska frásøgn eftir tí vanliga Hollywood-leistinum. Hetta er ikki ein standard filmur í so máta.

Lars von Trier skiftir filmin ‘Antichrist’ í fýra partar, við prologi og epilogi. Hann er dogmatiskur og byrjar við eini skúlatalvu. Fyrst navn Triers og so filmsheitið í villastu skúla-krits-litum, sum til eru. Men tó dogmatiskt veruligir, tí vit eru í skúla Triers. Gloymið ikki tað. Teir fýra partarnir eru ‘Grief’, ‘Pain (Chaos reigns)’, ‘Despair (Gynocide)’ og ‘The Three Beggars’.

Filmurin, sum ikki er longri enn 100 minuttir, er í fleiri løgum. Fyrsta ein leggur til merkis, eru tilsipingarnar til aðrar filmar, bøkur, myndlist og poppmentan.

Fyrsti partur, har sonurin dettur út av vindeyganum, er ein banal parafrasa yvir sangin hjá Eric Clapton ‘Tears in Heaven’ (1992), hard core japanska filmin ‘Ai No Corrida’ (1976) og barnabókina hjá Erik Siegsgaard ‘Páll púra einsamallur’ (1942).

Mamman, ið smellir undir jarðarferðini, er ein heilsan til ‘Vampyr’ (1932) hjá Carl Th Dreyer og so byrjar søgan, ið er ein syndarlig niðurferð í deyðsríkið, niðara part í skógunum, niðara part í sálarfrøðini, niðara part á mannakroppinum. Her er alt í neðra. Eisini ormar, maðkar og onnur skriðdjór.

Eitt folandi dádýr í Edens hava, ið ber einki annað enn deyða ‘úr teirri keldu, sum lívið rennur úr’, og so ein revur, sum við mannamáli kunngerð kaos, innan hann skræðir í seg. Bókmentunarliga eru vit skilliga í fáblum, men so minnir guli regnjakkin hjá syrgjandi mammuni okkum á nakað ófrættakent. Ein greið filmisk tilsiping til ‘Don’t look now’ (1973) ella á donskum ‘Rødt Chock’, sum Nicolas Roeg gjørdi við Julie Christie og Donald Sutherland, sum uppaftur spælir henda leiklut í ‘Ordinary People’ (1980), har sonurin druknar í gulum regnjakka.

Tað ófrættakenda hongur uppi við og huglag, kamera og ljósseting skiftir. Eina løtu tykist filmurin vera ein endurinnspæling av ‘The Blair Witch Project’ (1999), og eina aðra løtu eru vit greitt í umhvørvinum kring ‘Sleepy Hollow’ (1999), sum við deyðum fingrum, armum og sum frá líður við heilum kroppum, skríða upp úr jørðini og taka fyri seg kring trø og røtur í skógini, fyri síðani at peika móti helviti á jørð, so sum Pieter Breughel málar í ‘Sigri Deyðans’ (1562) og serliga Hieronymus Bosch undan honum, sum í miðaldarljósi lýsti heimsins undurfulla urtagarð – Eden – í eini tryptikon (1450-1516), har høgra bretti lýsir helviti.

Júst her síggi eg fyri mær nakrar lyklar til at skilja Lars von Trier og nýggjasta film hansara ‘Antichrist’. Ikki minst amboðini at gera skaða á seg sjálvan við.

Triptykon, sum Hieronymus Bosch gjørdi 1450-1516, ið sýnir urtagarðin Eden. Til høgru er helviti. Myndin er frá Wikipedia.

Willem Dafoe spældi Jesus í filminum ‘Last Temptation of Christ’. Martin Scorsese gjørdi henda undarliga film í 1988 og Filmsfelagið vísti hann í Sjónleikarhúsinum, hóast hann varð bannaður av Filmseftirlitinum. Ein provokasjón kanska, men tíverri nyttaði filmurin einki. Legði einki nýtt afturat Bíbilsgøuni, ella tí kjakið, sum altíð er kring kristindóm, átrúnað og dogmatiska Bíbliutulking. Ikki fyrr enn nú.

Tí í endanum á filminum ‘Antichrist’ er opinbárandi ljósseting og allur tann filmaði estetikkurin er soleiðis háttaður, at tú kanst ikki annað enn hugsað um fyrst og fremst Max von Sydow sum hin blokeraði Antonius Block í ‘Sjeynda Siglið’ (Bergman 1957), og aftur sum Jesus í ‘Greatest Story Ever Told’ (Stevens 1965) og síðani aftur til dagsins mann, Willem Dafoe, sum Jesus í provokerandi Scorsese filminum frá 1988, ‘The Last Temptation’.

Tá minnist eg at kvinnur úr Havn stóðu uttanfyri Sjónleikarhúsið og hildu bøn fyri okkum. Í trappuni, sum ikki er til longur. Fitt at hugsa aftur á. Tað er nakað sterkt og samstundis hugfarsligt at uppliva fólk, ið eru so sterk í teirra trúgv.

Men styrki kann eisini vera at leita og undrast. So sum Trier, mótvegis talibanum, ger. Teir hava enn ikki upplivað tað miðøld, sum Trier letur upp fyri, og nú oysir av. Oysir so nógv, at vit verða blendaði. Serliga tá skrúvað verður upp fyri endabrestinum.

Í himmalskum ljósi gongur Dafoe niðan á heyggin, tá alt í undirlendinum fær lív, men einki andlit. Kanska er tað móðir Jørð, tað sum lívið rennir úr, ið sprettir úr hvørjari túgvu. Allar brendar heksir, heilt aftur í miðøld, vakna og ganga í guddómligum ljósi niðaná saman við mannliga høvuðspersóninum. Og so er endi. Apoteosa Triers er fullkomin.

Viðgerðin hjá Trier, sum gongur inneftir og úteftir, er liðug.