Skip to main content

Buzz Aldrin í Býráðnum

Føroyski samskiparin Gudmundur og tveir úr norska filmsliðinum, Geir og Jakob, á mínari skrivstovu í dag (Mynd: Brigir Kruse)

Gudmundur Helmsdal Nielsen samskipar locations fyri norska filmsleikstjóran Geir Henning Hopland og íslendska myndamannin Jakob Ingimundarsson.

Ørindini á Býráðnum í dag vóru at finna eina skrivstovu, ið hóskar sum karmur um arbeiðið hjá einum føroyskum málsviðgerða. Helst verður tað skrivstovan hjá borgarstjóranum, teir fara at brúka.

Norski filmurin, sum verður vístur í fýra pørtum í norskum sjónvarpi í 2010, byggir á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet?

Skaldsøgan kom í 2005 og árið eftir las høvundurin á G festivalinum í Gøtu.