25.5.09

Hjá Nordisk Film í Valby




Birgir lesur hjá Nordisk Film í Valby, har Substanz heldur til; Uni Leitisstein Hansen á skrivstovuni; Helgi Toftegaard á skrivstovuni, Martin Pilegaard og Birgir við ljóðborðið. Síðani myndir frá gamla studio 2 hjá Nordisk Film, sum er frá 1910. Her er mynd av Ole Olsen, ið grundaði Nordisk Film í 1906 og útgerð frá filmunum Olsen Banden og Matador. Niðast trý smá hús, ið eita Tro, Håb og Kærlighed. Her skriva rithøvundar til film.

Í dag var eg í søguligu upptøkuhølunum hjá Nordisk Film í Valby. Elstu rúmini, eg var inni í, var Scena 2, sum er frá 1910.

Ørindini vóru at lesa handritið hjá Una Leitisstein Hansen til ein 100 ára film, sum Substanz ger fyri Tórshavnar kommunu. Lidni dvd-filmurin verður borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu 16. juni 2009.

Ljóðteknikari hjá okkum henda morgun var Morten Pilegaard, sum eisini spælir trummur í einum spennandi orkestri.

Í sólskininum møtti eg Helga Toftegaard, sum er úr Fuglafirði og eisini arbeiðir við filmi hjá Substanz í hesum hugnaliga býlingi í Valby.

Eftir upptøkurnar gingu Uni og eg gjøgnum søguligu filmshølini og sóu outfit hjá Olsen Banden og teimum úr Korsbæk, ið myndaðu søguna Matador. Ein hugnaligur býlingur í fagrasta sólskini.