28.5.09

Hvør fær hendan?


Mentanarnáttina 2009 fær ein føroyskur politikari riddarakrossin frá 200. Tað er hann við áskriftini Stokkholmssyndromið, sum avmyndað omanfyri. Hondina eigur Uni Árting, sum eisini slær á trummu í 200.
Limirnir í bólkinum hava fyrr sagt at tað er eitt sambandsfólk, ið fær krossin. Hini kunnu keypa hann.

Í ár rakar mentanarnáttin grundlógardag, danska tjóðardagin. Tí er tað bæði forkunnugt og stuttligt at teir í 200 velja júst henda dag og hetta høvið at markera aktuellu fløguna og hugsjónina aftan fyri teirra arbeiði.

Eg sigi bara tvey hundrað ferðir Viva, La Republica!