23.5.09

Koltursferðin 2009




Fríggjadagin 22. mai 2009 vóru vit starvsfólkaútferð í Koltri. Fyrst varð morgunmatur í Posthúshjallaranum og síðani koyrdu vit í tveimum fyltum bussum til Gomlu Rætt, har Silja lá fyri okkum. So nógv vóru í ferðina at siglt varð tvær ferðir.

Bjørn Patursson, sum flutti til Koltur í 1994, tók ímóti okkum og greiddi frá um oynna, landbúnað og ferðavinnu. Ikki minst um verkætlanina at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum grunnurin hjá A.P. Møller stuðlar við fleiri enn 5 milliónum.

Í hesum býlinginum eru tveir garðar, Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Uppi í Búð búðu fólk, til flutt var av oynni síðst í áttatiárunum. Niðri í Húsi, eldra bústaðninum, búðu fólk til 1961, tá tey fluttu Norður í Gerðar. Tá var navnframi bátasmiðurin Niklas í Koltri fluttur til Havnar at búgva.

Veðrið var skiftandi frá morgunstundini, men eins og á Tórsdegnum í vikuni undan, kom sólin fram og skein oman og niðan allan tann líðilanga dag. Ein frálíkur dagur.