Skip to main content

Tór er ein Bjór






Myndir úr Hornahúsinum í dag, har nýggj bjór varð løgd fram. Ovast avdúkar Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina, millum Anniku Waag og Petur Petersen. Síðani sæst Jan Christiansen fyrrverandi borgarstjóri smakka nýggju bjórina. Jens Marius Poulsen kommunustjóri kom við navninum 'Tór'. Grafikarin Ole Wich greiður frá um etikettina. Næstniðast sæst Annika Waag bryggjari við nýggju bjórini 'Tór' og allar niðast hevur Ole Wich avmyndað meg á Bursatanga við einari Tór frammanfyri Tinganesi. (Myndir: Birgir Kruse og Ole Wich)

Tór er navnið á nýggjari bjór, sum Føroya Bjór ognar Havnini, ið fyllir 100.

Eftir at Guðrið Hansdóttir hevði sungið úr nýggju fløguni ‘The Sky is Opening’, avdúkaði Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina í Hornahúsunum í Havn.

Annika Waag, ið er bryggjari hjá Føroya Bjór, greiddi síðani frá um Tór og hvussu smakkurin er settur saman. Síðani varð høvið at smakka eina Tór og at enda greiddi Ole Wich grafikari frá um navnið og etikettina.

Tey, sum møtt vóru í Hornahúsunum í dag, vórðu samd um at hetta var ein kryddað, men løtt summarbjór, við sjáldsama góðum liti.

Teksturin á baketikettini er hesin:

Fagnaðarár: Tór er serbryggj frá Føroya Bjór, nú Havnin hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár. Tórshavn er nevnd eftir Tóri og hevur hamaran Mjølnir sum býarmerki. Á myndini framman sæst hamarin í jarnhandskanum Járngreip. Á hálsinum og her omanfyri, sæst reyði hamari Tórs sum partur av 100 ára búmerkinum.

Fagnaðarbjór: Tór er nýbryggjað bjór úr pilsnar-, karamell- og münchenermalti. Eftir Mjølni, hamara Tórs, er bjórið reyðlitt og hevur ein lættan smakk. Tór er ein bjór, sum við úrvaldari humlu er í góðari javnvág.

Tór: kl 1 4,6% abv. 33 cl

Mortan í Hamrabyrgi ummælir bjórina soleiðis í Sosialinum:

Í vikuni kom so ein nýggjur drongur í flokkin. Hann eitur Tór! Tað er nýggj bjór, ið Føroya Bjór bryggjar í samband við at Tórshavnar Kommuna í ár gerst 100 ár. Sera sjáldsama etikettan hevur hin dugnaligi og ikki minst kreativi Ole Wich skapað. Eitt sterkt úttrykk og við sniði, sum fær ein at hugsa um tibetanska snjóleyvu-flaggið.

Heiti: Tór, undirgerað lager, 4,6 % abv.Uppruni: Øl úr FøroyumUmmæli: Vakur koparreyður litur við rættiliga rúgvusmiklum froða. Angin er fyrst og fremst merktur av malt- og ger-tónum. Humlan er sett nakað til viks. Men malt-spælið er rættiliga spennandi og livandi. Samansettir tónar av malti, appilsinflusi, koriandur og myrkum sukri. Meðalstór fylla í smakkinum. Bjórin kennist rund og mjúk í gómanum. Smakkurin er lætt kryddaður við malttónum í hásæti. Her er ikki so nógvur kantur ella broddur, ið florala beiska humlan vanliga borgar fyri. Men føroyingar ræðast eftir øllum at døma enn humluna, ið væl dámda amerikanska bryggi-rákið í útlondum annars stendur fyri. Men sanniliga er Tór ein góð bjór. Hóskar bæði til gott smyrjibreyð við føroyskum viðskera og eisini sum leskiligur hugnadrykkur. Tór hevur eitt sindur meira fyllu enn vanliga pilsnara-slagið, so tí vilja vit við hesum drekka minni og njóta meira. Fýra stórar!

Kostnaður: ókendur (Rúsan come on!)

Skoðsmál: 4 stjørnur ****