3.6.09

Býarløg - ein framsýning í tíð og rúmi



Inger Smærup Sørensen, Anker Mortensen og Hansina Iversen í Mullers Pakkhúsi (Myndir: Birgir Kruse)

Býarløg er ein framsýning í tíð og rúmi, har Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð sýna fram í Müllers Pakkhúsi.

Mentanarnáttina 5. juni er Inger Smærup Sørensen kurator tá hesi trý listafólkini, við ymiskum arbeiðshátti og hvør sínum estetiskum sjónarhorni, leggja eitt felags rúm undir seg eina avmarkaða tíð.

Eftir at Inger Smærup Sørensen hevur latið framsýningina upp, fer Oddfríður Marni Rasmussen at lesa yrkingar.

Framsýningin Býarløg er opin fram til 18. juni 2009 kl 14:00-17:00.

Inger Smærup Sørensen sigur um framsýningina:

Anker Mortensen, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð leggja Müllerspakkhús undir seg og í 14 dagar fara teirra verk at knýta seg til rúmið fyri at kanna møguleikarnar fyri nýskaptum støðum, nýggjum fyribrigdum og nýggjum formum. Saman fara verkini í samrøðu við tað múrgyrda sosiala rúmið og býin uttanfyri gluggarnar, og tey skulu royna at svara spurninginum: Hvat merkir tað at vera á einum ávísum staði í einum ávísum rúmi til eina ávísa tíð.

100 ára haldið hjá Tórshavnar Kommunu er fegið um at bjóða til framsýningina “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” við verkum eftir Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð. Framsýningin letur upp 5. juni klokkan 19.

Ofta verður sagt, at myndlist er púra leys frá sosiala og politiska veruleikanum. Listin er tann ideella og metafysiska miðjan og listin er “hugskotsins sansaliga skyn”. Í listini er tað andborna sættast við hondina, sansanin við skilið, skynsemið við kensluna, kroppurin við sálina, fyrimyndin við veruleikan, natúran við andan, tað óendaliga við tað endaliga og tað einstaka við felagsskapin. Listin hevur snøgt sagt nokk við seg sjálva. Soleiðis er eisini við verkunum hjá Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð.

Hvørt í sínum lagi eru verkini hjá hesum trimum listabólkum tað stórbæra og fulkomna núið. Verkini ryngja seg saman um seg sjálvi – leggja seg bert eftir tí reint listarliga og at fáa til vega sína egnu eind.

Men á framsýningini “Býarløg – ein framsýning í tíð og rúmi” eru verkini eisini til staðar í einum býi, einum rúmi og eini tíð. Tí vilja tey saman virka í og spenna seg út í mótum sínum umhvørvin. Tey vilja lata seg upp fyri rúminum, tíðini, býnum og lívinum.

Verkin hjá teimum trimum listafólkunum skulu eina tíð finna ein felags hátt at liva undir í framsýningarhølinum í Müllers Pakkhúsi. Eini vøkur, men eisini avbjóðandi høli, sum geva listaverkunum gott viðrák og hart mótspæl. Tjúkku og tungu grótveggirnir í pakkhúsinum bera boð um nakað verandi, men verkini hjá Anker, Hansinu og Hanna búgva bara í rúminum eitt stutt bil. Tað er nevnliga ikki tað, at verkini eru til staðar í rúminum, men broytingin, inntrivið, burturbeiningin og órógvið, sum skal lova verkunum at skapa óendaliga nógv intensiv spenningsøki við hvørt annað.

Hesin mátin at flætta seg saman við einum rúmi, ger tað samstundis gjørligt at venda upp og niður á tað verandi, skipa tað vanliga av nýggjum og hyggja við nýggjum eygum eftir tí vælkenda. Hvørt í sínum lagi vilja verkini fylla rúmið á sín egna hátt og velja síni egnu estetisku og ideologisku sjónarmið. Og saman vilja tey samskifta við hvørt annað, gera nýggjar samanhangir og ímyndir, sum dvølja í rúminum eitt bil, áðrenn verkini leggja leiðina til onnur framsýningarrúm, til onnur skap og onnur høpi..

Tá verkini hjá teimum trimum listafólkunum eina tíð leggja pakkhúsið undir seg, fyri at granska í rúmi og tíð í listini, lata tey seg eisini upp fyri øðrum rúmum, øðrum tíðum og øðrum støðum, og tey knýta seg til nýggj umhvørvi, nýggjar heimar, nýggjar samanhangir og nýggjar týdningar.

Sum áskoðari kunnu vit uppliva, at rúmið letur seg upp fyri okkum. Vit kunnu taka lut í, vísa frá okkum ella bara staðfesta teir nýggju samanhangir, nýggju týdningar og nýggja samskifti, sum verkini einsamøll ella saman skapa. Kanska gevur tað meining eina tíð.