Skip to main content

Føðingardagskakan 2009


So fór 09 niðurum. Áki Davidsen tók ovaru myndina beint sum stóra føðingardagskøkan varð skorin á Skálatrøð. Og hygg hvussu stór hon er, køkan. Niðaru myndina tók Pól Jespersen. Ein góður føðingardagur, persónliga og alment

Virksemiskalendarin hjá Tórshavnar kommunu, og kanska eitt sindur av lagnunnar speisemi, elvdi til at eg kundi halda føðingardag á sama degi, sum Mylnan heiðraði Havnina við 100 metur longu køkuni á Skálatrøð.

Áki Davidsen kom framvið og tók myndina, meðan eg seti tennirnar í ein morgunbita av 09. Hvørt tað er 1909 ella 2009 er longu farið niðurum. Og so kom Pól Jespersen framvið og fekk eina stuttliga mynd í kassan. Hygg bara omanfyri, hvussu stór hon er.

Bæði persónliga og alment gjørdist hetta ein frálíkur dagur í Tórshavnar kommunu. Eftir at hava sungið Boðar tú til allar tjóðir, sum hevur uppruna í Kirkjubø, vóru eisini stundir at vitja í Kollafirði, har vit fingu enn ein góðan føðingardagsbita frá Eiler Fagraklett norðuri í Sundum.

Havnin og øll tey fólk, har búgva - leigi livið!