27.6.09

Gongutúr við tónleiki í Havn




Leygardagin 27. juni 2009 á middegi varð ein sjáldsamur gongutúrur í Havn. Gogutúrurin var partur av Summartónum og 100 ára haldinum hjá kommununi. Atli K. Petersen hevði skipað fyri gongutúrinum, sum bæði var musikalskur við ymsum tónleikarum og staðbundin við einum góðum ferðaleiðara.

Tónleikararnir vóru allir tiknir úr skránni hjá Summartónum og ferðaleiðarin var Bette Johansen. Í góðveðrinum møtti fitt av fólki.

Atli K. Petersen lýsir tiltakið soleiðis:

Ein gongutúrur í Havn

Undir opnum himni samskipar Atli Kárason Petersen eina tónlistarliga ferð í miðbýnum, har gongufólkið, umframt vanligu býarmyndina, fær eina livandi ljóðmynd, sum frá óvæntaðum hornum og skotum tekur støði í tí, Havnin hevur at bjóða innan nútímans tónlist.

Ferðin byrjar í Bojsensgarði leygardagin 27. juni 2009 kl. 12:30. Gingið verður við ferðaleiðara, meðan solistar og smærri bólkar, kór og orkestur, spæla og syngja úr óvæntaðum støðum á leiðini.

- Tónleikurin fevnir um konventionellan nýggjan føroyskan tónleik og fría improvisatión. Ein partur av tónleikinum er longu skrivaður, men okkurt verður skrivað til júst hetta høvið, sigur Atli Kárason Petersen, ið samskipar tiltakið.

Gongutúrurin í Havn fevnir um Áarvegin, Laðabrekku, Tróndargøtu, Tórsgøtu, Tinghúsvegin, undir Ryggi, á Reyni, Kongabrúnna, Vágsbotn, Káta Hornið, Vaglið og Gamla Komunuskúlagarðin.

Tiltakið ‘Ein gongutúrur í Havn’ er 100 ára parturin av Summartónum 2009, ið eru elsti tónleikafestivalur í landinum. Fyri gongutúrin er henta at lesa í ‘Tórshavnar býaratlasi’’ sum Tórshavnar kommuna gav út í 2007.