Skip to main content

Summarið komið



Úr køksvindeyganum sæst at kampingplássið yvir við Strond er fylt við útlendskum gestum

So er summarið komið. Heilt nágreiniliga við Norrønu í nátt. Nakað seinkað kom hon á Havnina um midnáttarleitið og straks rullaðu húsvognarnir inn á kampingplássið yvir við Strond. Mánin skein so lystiliga yvir ein glitrandi kvirran Nólsoyarfjørð. Myndirnar omanfyri eru tiknar í morgunsólini úr køksvindeyganum heima á Tórsbyrgi í morgun. Í fjør avmyndaði eg somu rutu. Tá komu kampingvognarnir 18. juni og tveir dagar seinni vóru teir allir farnir til Íslands. Alt bendir á, at Føroyar eru ov keðiligar fyri fólk í húsvogni.