Skip to main content

Albert fúrsti úr Monako




Flaggið úr Monako við dyrnar í Norðurlandahúsinum, Albert Fúrsti, løgmaður og grønlendsk børn í túninum og niðast borgarstjóraparið í Havn saman við fúrstanum eftir loknan film í høllini (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag hitti eg hin fryntliga Albert fúrsta úr Monako. Sat aftanfyri hann og borgarstjóran, tá filmurin Inuk var sýndur í høllini í Norðurlandahúsinum. Sjáldsama fryntligur maður, eisini tá eg eftir loknan film prikaði hann á økslina og spurdi um eg kundi avmyndað hann og borgarstjóraparið í Havn, Heðin og Hjørdis. Tað var gaman í. Longu í túninum sást at hetta var ein avslappaður maður. Har tosaði hann við løgmann og landstýrismannin í úttanríkismálum og fleiri onnur við. Eingin sjónlig løgregla ella annað hóvasták. Bara flaggið úr Monako. Ja, og so var tað filmurin í høllini. Vakrar myndir og vakurt landslag, sum avdúkar eitt trupult samfelag. Eitt samfelag við nógvari søgu og ríkari fortíð, men ongari framtíð. Hetta eru dagsins kulissur í Grønlandi. Vit hava sæð tað fyrr, men hesin filmur er eitt íkast í kjakið, hvussu ein trupul tjóð møguliga kann fóta sær. Sum plakatin sigur: The most difficult journey is the one you must make within yourself. Góða eydnu við Inuk, tá hann verður sýndir alment úti í stóru verð.