Skip to main content

Grindabátar úr Vági








Grindabátarnir úr Vági koma til Havnar og verða drignir uppá land úti undir Bakka. Vit síggja manningina á Norðstjønuni, tveir landstýrismenn Jákup Vestergaard og Jóhan Dahl, sum sigur borgarstjóranum frá um grindaróður norður til Havnar. Hans í Líðini, sum róði í Oyrabátinum, helt talu í Reinsarínum, har gávur vóðru handaðar til allar manningarar, eisini Árna Brattaberg (Myndir: Birgir Kruse)

Leygardagin komu ikki færri enn 120 bátsmenn og -kvinnur sunnan úr Vági og grannabygdunum norður til Havnar.

Ørindini vóru at heilsa Tórshavnar kommunu, sum fylti 100. Hetta stóra tiltak var púra spontant og stóð ikki í ólavsøkuskránni. Júst hetta persónliga engasjemang var stuttligt at eygleiða og uppliva við fyrsta føroyska kajkant, innanfyri Skinnarasker, úti undir Bakka í Havn.

Fitt av fólki varð møtt har borgarstjórin helt røðu og bátsfólkið gekk niðan í Reinsaríið í Tórsgøtu at fáa ein bita og eina gávu - 100 ára filmin hjá Tórshavnar kommunu. Orsøkin var at meðan grindamenn í Vagi hava verið óførir at umsita og varðveita mentanarliga arvin kring grindabátin, so hevur verrið staðið til í Havn. Filmsbrotið frá einum grindadrápi á Eystaruvág í 1946 man neyvan verða tespulig sjón hjá grindamonnum sunnanfjørðs.

Ein góð kensla at síggja allar hesar bátar og fólk. Uttan aðra ætlan enn at njóta løtuna. Persónliga má eg siga at eg eri ovfarin, at so nógv fólk, fleiri rættuliga tilkomin, sýna eitt tílikt áræði at rógva norður til Havnar. Hetta var eitt statement. Einki breggj. Púra ósjálvsøkið. Kanska var hetta besta føðingardagsgávan til Havnina nakrantíð.