13.7.09

Meldurtíð

Uni Arge syngur á oransju scenu í Posthúshjallaranum og síðani síggjast vit báðir í álvarsligum eins og skemtligum práti í 'reyðu sofuni' fríggjadagin. Niðast eitt sýni yvir Posthúshjallaran hesa hugnaligu løtu. Myndirnar tók Beinta Haraldsen, ið var næmingur á Eysturskúlanum og eisini gav eitt íkast til sendingina Skúlagáttin á sinni. Uni var vikarur eitt ár á sama skúla, so ikki kann sigast annað enn at vit øll trý hava nakað til felags - Eysturskúlan og Útvarpið!

Undir heitinum Meldurtíð gevur Uni Arge út aðru fløguna í egnum navni. 12 nýggir sangir, har eitt gott úrval var at hoyra í fullsettum Posthúshjallara fríggjadagin. Produsentur er aftur Niclas Johannesen, sum hevur givið fløguni í eitt raffinerað akkustiskt ljóð, mótvegis hinari fyrru, ið var meiri straight popp-rokkut.

Hugtakið reyða sofan varð fyrstu ferð roynt á pallinum innast í Posthúshjallaranum. Ikki so galið, tá eg sjálvur skal siga tað. Fekk høvið at seta Una nakrar spurningar um fløguna og tekstirnar, har eg eri serliga fegin um Øll hesi ár, tí hann er so nemandi persónligur og harvið annarleiðis.

Í staðin fyri at ummæla fløguna í einum kubbutum blaðummæli, sum skjótt doyr og tí gevur lítla meining, vildi eg heldur hava eitt avslappað, men upplýsandi prát við Una um nýggju fløguna, onkran sang og um tað, sum drívir Una at skriva og syngja.

Fyrru fløguna Mitt í sjónum ummældi eg í Sosialinum 23. november 2007. Ummælið sæst eisini her á blogginum.