8.7.09

Rógva fyri bjargingarfelag





Móttøka fyri Patrick Winterton og Mick Berwick umborð á Westward Ho, sum liggur við Høgukei undir Skeivapakkhúsi í Havn. Millum tey møttu vóru Tróndur Patursson, býráðslimir í Havn og føroyskir kajakkrógvarar. Umborð fekst ein góður biti! (Myndir: Birgir Kruse)

Týskvøldið hitti eg teir báðar bretarnar Patrick Winterton, 52, og Mick Berwick, 47, umborð á sluppini Westward Ho, har býraðið í Tórshavnar kommunu hevði móttøku.

Bretarnir høvdu róð til Føroya í hvør sínari kajakk. 74 tímar norður úr Stornoway tóku teir land í Suðuroy fríggjadagin.

Serliga fegnir vóru bretsku kajkkrógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, higani og til Vínlands.

Stórbýarbúgvarnir høvdu vant á Themsenánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við rógvingini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI, sum hvønn dag í árinum stendur fyri fleiri enn 20 bjargingum á sjónum. Og alt á frívilligum støði, sum skilst.

Umframt eina fína enska talu, sum Jógvan Arge helt, varð borðreitt við altskyns føroyskum mati, meðan Regin Jacobsen spældi harmoniku.

Fleiri føroyingar, sum eisini rógva í kajakk, vóru møttir hesa hugnaligu løtu við vágna í Havn.