Skip to main content

Kjølfest


Klaksvík í myrkri og Christian Martin Matras við sínum country LP plátum. Klaksvíksmyndina tók G. Norðoy og Andras Sólstein tók myndina av Christiani Martin

TÍÐARGREIN Birgir Kruse
Leikar í Lund nr 2, juli 2009

Alla staðni verður tú mintur á havið. Hóast Ternan er givin at sigla og tú kemur í bili til Klaksvíkar, er hav til allar síður. Sjálvt fjøllini eru sum hálvdir bátar og eitt teirra ber navnið Kjølur.

Undir loftinum í Christianskirkjuni er tilveran kjølfest, djúpt í havsins hjarta. Hóast Kósin er stongd, og longri er millum bátarnar, er tað havið, ið setur karminum um tilveruna. Og enn hongur fiskadeymurin skarur í luftini.

Undir fúnaðum neystum á stillu vágni vitna mosagróvnir dráttir um eina farna tíð, sum lok er lagt á.

Og tó. Til gerandis og heilagt er tað enn tíðarleysa havið, ið myndar Norðoya móðir. Í skaldskapi og orðasmíði ofta eitt kvinnuligt umhvørvi, ið kanska hevur elvt til at í Klaksvík siga vit hon um gittarin. Gittarin, hon.

Tí tað eru menn, ið hava sligið á streingirnar á smidliga gittarkroppinum meðan teir hava verið í útlegd. Monnum í útlegd leingjast heim.

Og í útlegd gerast sjálvt harðbalnir sjómenn úr Klaksvík eyðmjúkir. Meðan teir tríva í gittarina og lurta eftir fremmandum útvarpsstøðum, senda teir ein tanka til tey kæru har heima.

Yvir endaleysar havfløtur fekk føroyskur heimlongsul á henda hátt eina nýggja dimensjón, sum legði lunnar undir Tey av Kamarinum og føroyskar cowboysangir, sprotnir úr dagsins strevi.

Tá línubátar fóru á Kappan at royna, komu enn fleiri dimensjónir innar í føroyskan skaldskap. Í fyrsta lagi varð rakt beint á eina hvíta amerikanska arbeiðaralind, sum eftir hetta sambandið floymdi innar í útvarpið og bar okkum sentimentalar Kvøðuljómar og adressur hjá langtandi langfaramonnum í Harbour Grace.

Í landi keyptu teir grammofonplátur og heimkomnir gróðursettu teir hvíta amerikanska arbeiðarahevd í føroyskum umhvørvi, langt frá Havnini. Men ikki var hevdin hvítari enn so, at sum frá leið gjørdist stórsta stjørnan svørt – Charley Pride.

Enn í dag ber til at vitja stovur í Klakvsík og pløga gomlu grammofonpláturnar við Charley Pride og Buck Owens, men eisini eldri nøvnum sum Hank Snow, Kitty Wells og Jim Reeves.

Meðan dagur dettur av degi og sólin fer í kav, hevur eydnast føroysku arbeiðararørsluni at skapt eitt felags støði við norðuramerikanskar javnlíkar á teim stóru víddunum, har maðurin arbeiðir úti og tey kæru eru heima. Bara longsulin knýtir tey saman. Ja, og so avrokningin eisini.

Umhvørvið er meinlíkt cowboyfilmum John Fords, fyri ikki um at tala Shane (1953) hjá George Stevens, sum tá hann varð vístur í Atlantis Bio í 1958 kveikti 15 ára gamla Doffa at yrkja fyrsta føroyska cowboysangin Yvir grasgrønar fløtur. Cowboylívið, millum útróður og skótar, er nú gróðursett í Klaksvík.

Hóast stíllegan er munin hægri, hómast sami farri av cowboylívi í Klaksvíksanginum, sum Bernhard Brim árið eftir setti á prent í savninum Vinir mínir.

Eitt kvøldið í 1959, tá Bernhard kom út ígjøgnum norðaru hurðina í Atlantis Bio, sá hann norður á Kunoyarnes. Aftanfyri eru Nestindar og yvir øllum sæst roðanin á norðurhimininum. Komin til hús hetta friðfylta kvøld, mutlar hann fram fyri seg Tá ið roðin um Nestindar fer. Soleiðis bleiv sangurin til.

Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi
Tá ið roðin um Nestindar fer
Og hvørt fjall eins og reyðargull skínur
Ert tú paradís mítt her í verð


Eins og fremstu amerikansku cowboysangir um hetta mundi, lýsir yrkjarin heimstaðin sum eitt dreymaland í setandi sól. Við lagnum Red River Valley gjørdist Klaksvíksangurin ein slagari í Kvøðuljómunum, har tvinnar bandupptøkur eru gjørdar. Onnur er við svigarinnu yrkjarans, Mariu Mellemgaard, meðan Connie Jacobsen syngur hina upptøkuna, sum hvørt mansbarn kennir. Seinni hevur íslendingurin Sigfús Halldórsson gjørt lag til sangin, sum serliga kórsangarar hava tikið til sín.

Hetta sama árið geva Tey av Kamarinum út plátuna við sanginum Lívið, ið er um saknin hjá ein gentu, sum misti drongin, ið var ein av teim 22, sum fórust við Stella Argus tvey ár undan.

Árið 1959 stendur eftir sum hitt fyrsta við føroyskum skaldskapi á plátu, rocklýrikki, sum tey siga í øðrum londum.

Seinni gerst ein onnur lind sjónlig innan countrytónleik í Føroyum. Tá fyrsta Listastevnan varð hildin í 2001 kom sangarinnan Kathy Chiavola úr Nashville higar at syngja. Her lærdi hon sálmin Lat hitt lægra ljósið brenna við amerikansku upprunaorðunum frá 1871. Tað var klaksvíkingurin Jógvan Norðbúð, ið lærdi hana sangin.

Ídag sæst hon syngja henda gloymda amerikanska sálmin á YouTube. Í innganginum greiðir hon frá, hvar og hvussu hon lærdi hann. Soleiðis gongur alt í Norðurhøvum í ring.

Við somu sangarinnu hevur Noel í Countrybólkinum sungið Fagra blóma á pallinum í The Station Inn í Nashville. Ein sangur, sum í innihaldi er so fullkomuliga meinlíkur Blue Eyes Crying in the Rain. Í samtíðini hevur okkurt felags kveikt teir báðar javnaldrarnar Pól F úr Hørg og Fred Rose úr Nashville.

Hóast havið skilir okkum, bindir tað eisini. Vit kunnu siga at klaksvíkingar við góðum kjølfesti hava borið aftur um hav tann siðaarv, sum teir, ið undan fóru, bóru higar fyri hálvari øld síðani.

Tí er tað einki annað enn sjálvsagt, at skjótast seljandi føroyska fløgan Pickin’ Time in Nashville hevur uppruna í Klaksvík. Men dygga hjálp hevur Hallur Joensen fingið í Nashville.

Hyggja vit nú aftur á maritimu yvirskriftina, Kjølfest, kunnu vit hóma eina sjáldsama samanrenning. Fýra teir fyrstu bókstavirnir ímynda stórsta vinnulívsmannin í Klaksvík og hinir fýra stavirnir ímynda mest illavorðna orð, Halgabók kann taka uppá tungu.

Hugfarsligt, at tað er hin harmoniski countrytónleikurin, ið kann sameina hesi bæði hugtøk, vinnulív og átrúnað, og fáa eina nýggja mentan at spretta burturúr.

Kanska skuldu teir gjørst vinarbýir, Klaksvík og Nashville.