21.8.09

Klæði, ið skapa føroyingin





Frida Poulsen saman við fýra modellum í hennara spennandi og nýskapandi avrikum, ið leikandi lætt vísa til føroyska tjóðbúnan, serliga reyðu buksurnar við grefligu splittuni hjá manninum. Frida, sum er úr Havn, lesur í Milano. Niðri undir sæst avrikið hjá Joan Jastrid Simonsen og Sigrun Nolsøe. Eisini her eru leðurbuksurnar hjá manninum spennandi, serliga breiði lummin fyri framman. Niðast síggjast tær tríggjar djørvu kvinnurnar í dómarapanelinum, Anna, Katrin og Katrina. Tær hava sett nýggjan standard í listarligum kjaki og tað í eini grein, tekstildesign, sum ikki hevur verið møtt av kontantum listarligum krøvum áður og so aldrin hevur fingið peningaligan stuðul, hvørki almennan ella privatan (Myndir: Birgir Kruse)

Púra óvæntað vóru tvær og ikki tríggjar virðislønir latnar, tá ein dómsnevnd fyri fullum húsum gjørdi úrskurð í kappingini Klæði, ið skapa føroyingin í Müllers Pakkhúsi í dag. Í drúgvari yvirskipaðari talu, grundgóvu dómararnir fyri hví eingin fyrsta virðisløn kundi latast við hetta høvið. Tað var Gluggaglæma og Tórshavnar kommuna, ið skipaðu fyri kappingini.

Heilstoypt úr Milano

Fremstu virðislønina, áljóðandi 15.000 krónur, fekk Frida Poulsen. Dan í Gong, Hanna Guttesen, Tóki Hoydal og Ragnhild Dam gingu í klæðunum hjá henni. Dómararnir Katrin Bonde, Anna Mortensen og Katrina í Geil søgdu soleiðis um avrikið hjá Fridu Poulsen:

"Eitt heilstoypt og nútímans mannfólkasett við týðiligum eyðkenni frá føroyska kvinnuskjúrtinum í buksunum og hettuni í troyggjumynstrinum. Kvinnubúnin hevur ein vágisligan yvirpart við humoristiskari detalju, ið sigur frá byrjanini til eina spennandi kvinnusøgu, sum tó ikki verður søgd fult út."

Dómararnir høvdu eisini hesa viðmerking til avrikið hjá Fridu Poulsen:

"Viðkomandi hevur tikið eyðkenni, so sum stríputa skjúrttoyið, skapið av einari hettu og løriftsserkin, og sett tað inn í annan og nútímans samanhang, sum áskoðarin beinanvegin kennist við. Eisini er hetta gjørt spælandi og lættliga í gerandisligum klæðum, og boðar frá vitan um, og eygað fyri at arbeiða við hugskotum og at skapa nýtt. Í so máta er uppgávan loyst. Mannfólkabúnin stendur sum ein liðug heild, meðan kvinnubúnin tykist meiri fragmenteraður. Her er yvirdeilurin sera áhugaverdur og forvitnisligur, við eini humoristiskari og originalari detalju í formi av lundanum, men verður tíverri ikki loftaður av restini av pløggunum, sum her er sett saman til eitt sett. Ynskiligt hevði verið, at viðkomandi tók fatur í yvirpartin hjá kvinnuni og arbeiddi við at fáa eitt heilt sett fram, í mun til orðaðu uppgávuna."

Joan Jastrid og Sigrun

Aðru virðislønina, áljóðandi 10.000 krónur, fingu Joan Jastrid Simonsen og Sigrun Nolsøe. Jóna Ólavsdóttir og Rói Nolsøe gingu í klæðunum Joan og Sigrun. Dómararnir søgdu soleiðis um teirra avrik:

"Sera væl úr hondum greitt, bæði í mun til val av tilfari og seyming, eins og tað týðiliga hevur verið arbeitt bæði við hugskotið og sniðum. Settini eru tó sera ymisk í mun til stíl, har mannfólkabúnin er ein væleydnað varatión yvir kenda føroyska mannfólkabúnan, meðan sera vakri kvinnubúnin í okkara eygum er ein tulking av føroysku náttúruni og tí væntar beinleiðis relatering til uppgávuna."

Dómararnir høvdu eisini hesa viðmerkimg til avrikið hjá Joan Jastrid Simonsen og Sigrun Nolsøe:

"Týðuliga sæst, at her er talan um tveir persónar. Hetta snotuliga par fer ikki somu leið og hava tey helst ikki sama aldur heldur. Tó, um ein hugsar Charleston, høvdu tey við einum góðum vilja kunna fylgst! Hon við boa-líknandi turriklæði og hatti, hann í myrkum selabuksum og hvítari skjúrtu. Bæði settini eru væl gjøgnumarbeidd í dygdartilfari. Hetta sæst týðiliga aftur í detaljum í mannfólkabúnanum, í staklutum í skjúrtini og í vestamynstrinum, sum hóskar sera væl til bundnu bakgrundina og tungu leðurbuksurnar. Buksurnar og vesturin hjá honum hava føroysku klædnaeyðkennini og sera flotta keppa-húgvan er ein original detalja, sum stendur væl til hini pløggini. Kvinnudraktin signalerar framtíð, er fantastiska flott í erva og hevur sera áhugaverdar detaljur. Ynskiligt var, at betri varð kannað og arbeitt við hugskotinum, so uppgávuorðingin um føroysk sereyðkenni í klæðum gjørdist meiri greið í kvinnubúnanum."

Dómsnevndin gav øllum teim luttakandi viðmerking í afturlatnum bjálva.

Grundgeving fyri ikki at lata fyrstu virðisløn

Djørvu dómararnir høvdu eisini gjørt eina yvirskipaða meting, ið tær allar tríggjar framførdu sum eina felags røðu, ið samstundis var ein viðmerking til øll tey innlatnu verkini og ein frágreiðing um, hví eingin fyrsta virðisløn varð latin. Talan, ið sanniliga eisini var eitt statement, var soljóðandi:

"At hava eina kapping innan føroyskan samleika við føroysku klædnaeyðkennunum sum arbeiðsøkið er bæði spennandi og harliga tiltrongt. At Tórshavnar Kommuna saman við Randi Vang og Jónhild Johannesen hava orðað, skipað fyri og sett fram hesar virðislønir eru vit bæði sum føroyingar og sum fakfólk, við visuellum samleika sum økið, sera takksom fyri. Saman hava uppgávulýsingin, tilgongdin og virðislønirnar lagt eitt høgt støðið, har tað ikki er løtuverk at skapa og virka tvey sett og samstundis loysa uppgávuna.

At skapa og virka pløgg er bæði visuelt og handaligt, men tykist hetta økið at vera bæði undirmett og undirment í Føroyum.

Tað er og verður ein farin tíð, tá neyð bókstaviliga lærdi nakna kvinnu at spinna, ein tíð, tá maður og kvinna arbeiddu saman og løgdu sítt besta í at virka úrdráttin so væl sum gjørligt. Tá varð mett um dugnaskap og hegni hjá einstaklinginum eins og lært varð frá sær, so bæði vitan og royndir ikki fóru fyri skeyti. Hetta menti støðið og úrdráttin, og tann sum tók við læru stóð bara sterkari við tí nýggju vitan, hann á henda hátt fekk.

Tað er í hesum andanum ein samd dómaratrio við bestu sannføring hevur gjørt úrskurð og viðmerkingar til ymsu settini, sum luttakararnir hava latið inn til kappingina. Hvør í sínum lag hava tey arbeitt seg fram til eina loysn uppá uppgávuna. Her liggja nógvar royndir, tankar og tímar aftanfyri tey einstøku settini, og er tað í hvørjum einstøkum føri alla æru vert. Tó vilja vit sum dómarar visa á, at tað tykist sum tann neyðuga kanningin og analysan av teimum økjum, sum uppgávan setur fram, í nógvum førum væntar. Hetta er bæði í mun til klædnaeyðkenni, samleika og eina greiða vision.

At kopiera er ikki tað sama sum at skapa og liggur ein heilt onnur vitan og aðrar royndir aftan fyri,og vildu vit fegnar sæð fleiri boð uppá nýhugsan innan nýtslu av klædnaeyðkenni føroyinga. Júst klædnaskapan og -handverk hevur áhugan og er gerandishandverkið hjá nógvum føroyingum. At leggja upp til menning av vitan og royndum innan hetta økið, har fokus verður sett á at hugsa sjálvstøðugt, at taka sær tíð at eksperimentera, at fara út á tað djúpa, har ongin annar skilur teg, og harfrá kunna geva eitt boð uppá uppgávuloysnina, er bæði visionert, viðkomandi og læruríkt fyri flest allar føroyingar.

At síggja onnur duga og tora, ger tað lættari hjá einstaklinginum at gera tað sama. Vitan og arbeiðshættir á einum øki viðførir øðrvísi hugsunarhátt og loysnir á øðrum øki. Vit hava vitanina latenta í landinum, vit eru frá gamlari tíð kend fyri gott handverk og just á hesum økinum kunnu vit skapa nakað í heimshøpið autentiskt og serstakt og samstundis menna tilvitan og tilvitsku hjá tí einstaka.

Vónandi verður hetta ikki einastu ferð, ein so visioner kapping verður útskriva, men heldur gerst ein afturvendandi táttur. Og vónandi verður okkara úrskurður og kritikkur loftaður soleiðis, at saman við teimum virðismiklu royndum, sum luttakarin í arbeiðnum við hesi uppgávuni hevur gjørt sær, aftur er til dystin fús næstu ferð.

Tó verður ynski sett fram um, at boða verður frá kappingini í góðari tíð, møguliga hálvt til eitt ár frammanundan, so fólk kunnu seta tíð av at loysa rúgvismiklu uppgávuna. Sjálv uppgávuorðingin kann tó almannakunngerast við hesi somu tíðarfreist, fimm mánaðir."

Eftir taluna vóru tey 11 verkini sýnd fram og mett av dómarapanelinum og síðani vóru virðislønirnar givnar – allar, uttan hin fyrsta, áljóðandi 25.000 krónur, sum ikki varð givin.

Saman verða vit sum hundrað!

Snópisligt, hildu fleiri, meðan onnur hildu hetta verða eina góða avbjóðing og tiltrongda áeggjan. Ella sum frásøgumaðurin og samskiparin av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu segði, tá hann at enda tók saman um:

"Dómsnevndin hevur gjørt av, ikki at geva mær ein brævbjálva við fyrstu virðisløn í til kappingina í ár. Tær lætnu virðislønirnar verða sostatt tær, sum eru givnar, og ikki fleiri. Av øðrum trini, tí næsthægsta í føroysku tekstiltrappuni, fari eg sostatt at at ynskja tykkum til lukku, ið hava vunnið - takka tykkum øllum, sum so trúliga hava verið við og latið spennandi verk inn til bæði mann og kvinnu í føroyskum framtíðarbúnað.

Av øðrum trini í næsthægstu føroysku tekstiltrappuni anno 2009, fari eg at ynskja tykkum, ið hava vunnið, til lukku og takka tykkum øllum, sum so trúliga hava verið við og latið spennandi verk inn til bæði mann og kvinnu í føroyskum framtíðarbúnað. Nú er høvið at skoða modellini og tey verk, tey bera uppi á sær hesa sjáldsamu løtu, sum aldri kemur aftur. Grípið dagin, grípið løtuna og njótið føroysku búnarnar og kjakið, sum neyvan verður einki. Júst tað er endamálið og kjarnuvirðið í og við sannari list; at gera mun, bjóða av og skapa kjak. Saman flyta vit tá mørk og saman verða vit tá sum hundrað!"

Armslongdarprinsippið

Fyriskipararnir hava virt ásetingarnar í armslongarprinsippinum The Arm's Length Principle, og virt dómaraúrskurðin.

Eftir stendur helvtin av virðislønini, sum í alt var 50.000 krónurnar. Hetta er fyrstu ferð at pengar hava verið settir til listargreinina klædnasniðgeving. Greinin hevur aldri fingið stuðul, hvørki almennan ella privatan, hóast øll fáast við hana. Helst er hetta trupuleikin, at øll eru við og eingin metir um dygdir ella tað øvuta.

Vit stovna ein grunn...

Sjálvur vil eg skjóta upp, at nú er dagurin upprunnin, at tað almenna, fyrst og fremst Menta- og Vinnumálaráðið, og síðani vinnulívið við klædnafyritøkum sum Guðrun & Guðrun, Sirri og fleiri, hvør í sínum lagi leggja somu upphæddina omaná og skapa eitt støði og forum fyri hesi listagrein, sum so nógv fólk fáast við og sum kann skapa so sterkar meiningar, sum hendingin í Müllers Pakkhúsi í dag bar boð um.

Hugstoytt rýmdu fleiri við teirra pløggum. Tí er lítið og einki eftir at síggja og framsýningin letur aftur longu í dag, sama dag sum hon lat upp.