Skip to main content

Tónleikur millum hugna og vinnu

Eingin ivi um at tónleikararnarnir úr Nashville, sum spældu í Sjónleikarhúsinum í kvøld, er toppprofessionellir og hava tónleikin sum vinnuveg. Men samstundis er hugtakandi at síggja hvussu avslappaðir, lika til og lívsklókir teir eru. Hóast vit sum lurtaðu, kendu nøvnini heilt aftur til 70'ini frá óteljandi marknasteinum og milliónaseljarum, sum hava sett nýggjan standard innan teirra respektivu ljóðføri, so eru hetta heilt vanlig menniskju, sum hóast stjørnustatus ikki hava stjørnunykkur av nøkrum slagi. Og so kundi tú kenna eina ektaða spæligleði rulla oman av scenukantinum og út í salin. Og til endans vildu teir næstan ikki steðga at spæla undir myndini av Rasmusi Effersøe og áskriftini Til Gaman og álvara. Hetta var ein kveikjandi løta, nógv meir enn bara ein konsert.