Skip to main content

Tríggir í Nashvík

Uni Arge, eg og Petur Rouch í upptøkuhølunum hjá JakZak á Ovara Vegi í Hoyvík. Teir tosa um countrytónleik á bygd í Føroyum. Góðskumetarin handan sendingarnar úr Nashvík Niclas Johannesen tók myndina.

Niclas Johannesen skrivar, klippur og setur saman allar tær sendingar, sum undir navninum Nashvík eru at hoyra á Rás2 mánadagar klokkan 11. Sendingarnar eru ein upptakt til tónleikaliga vinnudagin hjá AEL og tiltakinum Nashville.Fo í Sjónleikarhúsinum 27. august og konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi 29. august 2009, har 14 føroyskir sangarar verða at hoyra, meðan teir fremstu í Nashville spæla undir. Teir eru Brent Mason, Paul Franklin, David Hungate, Paul Leim, John Hobs, Brian Sutton og Edgar Struble. Føroysku sangararnar eru Alex Bærentsen, Linda Andrews, Hallur Joensen, Regin Guttesen, Torkil Mørkøre, Kim Hansen, Gunnar Justinussen, Ólavur Højgaard, Magni Christiansen, Sigrid Rasmusen, Bólkurin 4, Lisa Frederiksberg, Svein Askildsen og Theodor Petersen.