18.9.09

Gentan, ið spældi við eld



Ovast Lisbeth Salander (Noomi Rapace) í Bowie-máling sum einsamallur hevnari. Í miðjuni tey bæði Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist (Michael Nyqvist). Niðast Paolo Roberto (ipso facto) og Mikael Blomkvist (Pressumyndir frá filminum)

Notat í Havnar bio, tá filmurin Gentan, ið spældi við eld varð sníksýndur mikukvøldið 16. september 2009:

Format Formatið og tøknin í filminum um Gentuna, ið spældi við eld, elva til ein kornutan og grumsutan myndaflata. Filmurin er gjørdur til sjónvarp og dvd, og nú blástur upp til vítt og breitt biograflørift. Fyrri filmurin Menn, ið hata kvinnur hevði munin skarpari myndir, serliga frostmyndir burturi í óbygdum har norðuri í Svøríki. Av øllum nøvnum lýddi danski leikstjórin navnið Oplev. Til henda nýggja svenska filmin er framleiðsluliðið svenskt. Løgið, so ymiskt úrslitið verður.

Leikstjórn Svenski leikstjórin Daniel er sonur Hasse, Hans Alfredson, sum vit kenna frá Hasse & Tage. Daniel er 50 ára gamal og hevur fyrr gjørt tveir Sjöwall og Wahlöö filmar Roseanna og Mannen på balkongen, sum báðir eru frá 1993. Martin Beck úr hesum søgum er klassikarin í svensku nøtrifilmssjangruni. Og van Weeteren hjá Håkan Nesser eisini. Daniel Alfredson hevur eisini gjørt triða og seinasta filmin í Milennium røðini hjá Stieg Larsson, Kastellið, sum fór í luftina, ið verður frumsýndur í Havnar bio 27. november 2009.

Leiklistarligt Leiklistarliga er bygnaðurin í filminum um Gentuna, ið spældi við eld episodiskur, við einum greiðum hevndarmotivi sum berandi drívmegi. Akkurát sum í mannfólkafilminum Death Wish hjá Charles Bronson frá 1974 og fram, og serliga einum øðrum mannfólkafilmi Dirty Harry hjá Clint Eastwood frá 1971 og framm, men í hesum svenska føri ikki so sannførandi við tí konkret útinnandi hevndini. Hon er ov episodisk, manglar yvirskipaða forteljandi styrki - og fer so fram í einum higartil púra mansdomineraðum umhvørvi. Tað skal so ikki liggja Lisbeth Salander til last, men í løtum verður hon, púra av órøttum, ein travesti yvir Umu Thurmann í Kill Bill. Fysiska líkheitin er í løtum rámandi við svensk-íslendsku Noomi Rapace, fødd Norén og sum hevði fyrsta leiklutin sum 7 ára gomul í north-western filminum Hrafninn flýgur. Fosturpápi hennara er íslendingur. Fávitskuti drápsmaðurin er kanska eisini ein klangbotnur. Pápi leikstjórans, Hasse Alfredson, gjørdi henda meistarliga filmin í 1982. Kanska er øll henda søga um fedrar og bindingar til teirra. Tann bera faðirbinding, ið bara bíðar eftir einum drápi. Faðirdrápi. Eksemplifiserað við stættarstríði, tey kúgaðu og tey kúgandi. Kvinnurnar og menninir. Tey fátæku, ólærdu og kúgaðu øðrumegin og tey ríku, akademisku og maktfullu hinumegin. Ella omaná, um tú vilt. Mótmyndir Salanders eru sterkar, eins og á mínum innara filmslørifti. Men eftir stendur ein kvinnuligur Rambo-figurur, sum als ikki er tann revolterandi Pippi, eg helt meg hava sæð í fyrsta filminum. Heldur enn ein dagførd Pippi, er Salander nú ein skabelón, uttan at vit fáa skil fyri hennara driftum, hóast vit kenna tær. Hon gerst ov fýrkantað og ov lítið sannførandi, helst tí at persónsinstruktiónin hevur verið ov stirvin. Fyrri filmurin hevði í hvussu er munin størri forteljarastyrki. Men hann var frá fyrsta degi gjørdur til biograf. Hesin er ov skabelónsaktigur, fýrakantaður, episodiskur og óforloystur. Sjálvt um vit fáa persónligu bakgrundina avdúkaða, hongur tað ikki saman á ein filmiskt sannførandi hátt. Tær villastu søgurnar hava tann strangasta logikkin. Forteljaralogikkin. Hugsa bert um ævintýrini. Og Salander er eitt ævintýr.

Frá manni til kvinnu Í fyrsta Milleniumfilminum var maðurin, Mikael Blomkvist, í miðdeplinum. Nú er ein kynsskjóting hinvegin, soleiðis at kvinnan, Lisbeth Salander, er absolutti miðdeplin, ið alt snarar um. Mótvegis bókini, sleppur hon at skriva kotuna til alarmin, tá hann skal inn í hennara íbúð. Men tá the final showdown er í filminum, kennir maðurin seg kallaðan at fara av stað og standa við hennara lið, sum hin einasti, tá øvrigheitin finnur hana. Hóast feministisku grundina, alt byggir á, verður maðurin the last hero, glorifiseraður og fremsti galliónsfigurur. Hon berjist við demónir – pápan og so trafficking eystanífrá. Løgreglan er mest til láturs, pressan somuleiðis. Mikael Blomkvist er í friðarligum einmansvíggi, mest sum innantanna, meðan hon, demoraliseraða Pippi alias Salander, er í lameterandi einmansvíggi, har allar rangur venda út. Hon er absolutt einsamøll og alt álit á myndugleikar og borgarligar fyriskipanir er fallið og svunnið. Hon er ein marignalisera dreparamaskina, av berum umsorganarmissi og sviki. Sosialt er hon eitt úrslit av perverteraða nútíðarsamfelagnum, persónliga er hon eitt úrslit av einum djevilskum russiskum pápa, sum hon bókstaviligani hevur “brent av” - og har av tittulin, Gentan, ið spældi við eld. Mamman er eitt ivasamt sosialt tilfeldi, eitt offur í samfelagnum “har menn hata kvinnur”. Hon hevur reist seg úr díkinum, sum ein ein annar Travis Bickle, ið skrivar í bókina (telduna), at her er ein, ið reisti seg og ikki vildi finna seg í meira...Hon verður seinasti hevnarin í stórbýarsamfelagnum, sum ríður á eskatologisku eggini. Hon hatar menn, ið hata kvinnur.

Paolo Roberto Mest áhugaverdur, tykist mær leikluturin hjá boksaranum Paolo Roberto. Hann er reality figurur bæði í bók og í filmi. Nú leikar hann seg sjálvan og er seg sjálvur í hesum filmi. Hann boksar og coachar, og koyrir bil sum vóru vit í The French Connection mitt í Stockholm. Fantastisk brot!

Trafficking Gott, at trafficking-evnið ikki verður útpenslað meiri í hesum filmi. Í svenska filminum Lila4Ever, hevur Lukas Moodyson longu lýst alt um tað.

Endin Endin er opin og leggur upp til ein sequel. Sum í I know what you did last summer, ella Fríggjadagsfilmarnar um hin trettanda. Kensluleysi Frankenstein-hálvbróðurin sæst ikki aftur tá løggan og ambulansar koma og fara í endaseksvensinum. Hetta leysa missilið, eitt týskt eksperiment hjá djevulska pápanum, ið enn ikki er fyribeint, gongur ivaleyst onkustaðni úti í skógini í films-endanum. Veit ikki. Hetta er eisini ein bíliga óforlystur endi. Men okay sum ein seria, ein bíligur teenage sequel.

Bussiness Eins og bøkurnar, eru Millenniumfilmarnir business, bæði í bókahandili og biografi. Akkurát sum Potter. Men sum Elvis segði: “50 million fans can’t be wrong”. Tøl tala og pengar tikka. Menn, ið hata kvinnur er í løtuni triðmest sæddi filmurin í heiminum, sum ikki er enskur. Hetta er eitt gullegg! Men gullegg hava tað, at tey definera borgarliga samfelagið. Eg vil hava meiri revolterandi gullegg – í minsta lagi visuelt nýskapandi. Tað er hesin filmur ikki.

Støðumet Hin fyrsti filmurin fekk eitt reint 11-tal. Hesin filmurin Gentan, ið spældi við eld fær eitt lítið 8-tal, ella eitt stórt 7-tal. Tað skal vera munur á filmi og sjónvarpi. Hin fyrri er filmur, hesin seinni er sjónvarp.