9.9.09

Hoyrispæl ella fakta?


Einaferð var eg í hørðum orðadrátti á Filmskúlanum í Ebeltoft. Orsøkirnar vóru tvinnar. Øðrumegin journalisturin Anders Agger og hinumegin filmsleikstjórin Birger Larsen.

Hin fyrri, Agger, hevði gjørt nógvar gernadissøgur til Søndagsmagasinet, tíðindasendingina hjá Danmarks Radio. Til dømis við tónleiki og sterkum kensluskapandi effektum, tá jarðarferðir skuldu lýsast og eingin møtti. Hin seinni, Birger Larsen, hevði gjørt filmarnar Latið hvítabjarnirnar dansa, Kalsvognur og allar reklamufilmarnar um Squash við Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard.

Eftir at Agger var liðugur við eina sterka og mettaða framløgu av kenslujournalistikki, sum fer undir dýnuna, niður í buksurnar og langt undir húðina, fekk navnin Larsen orðið.

Hann bannaði alt kensluligt følarí niður og norður.

- Í hvussu er tá eg hyggi at tíðindum, segði hann avgjørdur og vísti á at TV-avísin er hægsta álit í dagliga tíðindafloyminum. Og soleiðis vil eg hava tað at vera, sigur Larsen.

- Vil eg uppliva kenslur og verða forførdur og pirraður, so fari eg í biograf. Tí vit mugu vita, hvat tað er vit velja at hyggja at. Tað er beinleiðis niðurgerandi móti mínari filmisku fakligheit og annars tann reina neyðtøka, at brúka filmisk frásøgusnildi í faktuellu TV-avísini, segði tann (g)óði Birger Larsen.

Og eg kanni ikki siga annað, enn at eg eri so púra samdur. Hvørt til sína tíð. Og lurtarin, fjølmiðlabrúkarin, skal vita hvør tíðin er.

Henda fródliga ráðstevna kom mær til hugs um dagarnar, nú tíðindadeildin í útvarpinum hjá kringvarpinum í Sortudíki handan ringvegin bar álvarslig tíðindi um ein av mínum yndisbólkum SIC og teirra viðurskifti við Elina Heinesen.

Á almenna netstaðnum Facebook eri eg vinur við SIC, Elina og eisini tíðindaleiðaran í áðurnevnda almennaverki, ið hevur eitt samansnørt búmerki, meinlíkt aftasta ringvøddi manna, sum ímynd og samleika hjá einum fjøltáttaðum starvsliði, ið telur stórthundrað.

Onkursvegna kennist tað rætt. Tíðindaflutningurin er beint har. Í aftasta ringvøddi manna. Júst sum búmerkið stovnsins so vísiligani letur okkum vita. Ongantíð er búmerkið stovnsins komið til sín rætt, sum beint nú.

Privata Facebook verður brúkt at undirbyggja pástandin hjá okkara almenna umboðsmanni, Høgna, um privat vinarlag og meiri enn tað, millum Elina og SIC. Tað liggur tjúkt í luftini at í almennum leiðarastarvi hevur hon latið SIC fáa snápulin niður í pengakassan og reiðiliga tað.

Almannamiðilin Kringvarp Føroya, útvarpsparturin á tíðindadeildini that is, veit haðani at siga, at ølið er gott og veitslan enn betur heima hjá privatpersóninum í almenna leiðarastarvinum, hvørs pápi hevur yrkt ein sang, ið verður brúktur sum ljóðspor.

Sum lærari á miðlabreyt í mong ár, eri eg málleysur. Burtursæð frá Leni Riefenstahl havi eg ikki sæð slíka uppseting áður. Havi ilt við at tyggja og njótra hetta.

Men hví hesa láturliga pompøsu uppseting? Tá til stykkis kemur, er hetta jú einki annað enn tað bera dýnulyftarí við einum farra av kenslusjournalistikki leiftrandi uppvið.

Og harra mín Gud um ikki tíðindaleiðarin, ið eisini telist millum mínar Facebookvinir, á júst hesum sama fólksliga staði ger hinum fyrrnevnda Facebookvininum – Elini – greitt, at hon skal ikki sáa iva um trúvirði í hesum sama dýnulyftaríi, nú hon hevur dittað sær at kalla hetta við røttum navni: hoyrispæl.

Jamen hetta er einki annað enn eitt hoyrispæl.

Hvør bakgrundin er fyri margháttligu ljóðmyndini úr Sortans Dýki, man verða væl fjalt fyri almannaveldi og -verki. Kanska kemur bakrundin einaferð fram fyri eygu manna og tað í dagsins livandi ljósi. Livst, so spyrst.

So illani ber ikki til at frata uttan orsøk á einum og sama stovni.