4.9.09

Merkið í 65 ár







Tórgerð Hentze vísir mær oman í kjallaran, har gomul skjøl er skrásett av einslistum. Her er ljóst og rúmligt og til ber at blaða og lesa á einum borði framm fyri bókahillunum. Fyrst sæst Gerðabókin og síðani uppslagið frá 1944 við undirskriftum. Við í málinum er áheitanin frá løgtinginum um at flagga føroyskt frá 1943. Ovast sæst Merkið og flaggið hjá kommununi veittra, tá Tórsbreyt varð tikin í brúk og borgarstjórin helt talu í skarpari sól (Myndir: Birgir Kruse)

Í 65 ár hevur Merkið veittrað á kommunalum bygninum í Havn. Í einari bók, sum ein vinmaður viðmælti um dagarnar, stóð nakað at lesa um júst hetta sama. Bókin eitir Nationale symboler i det danske rige 1830-2000. Høvundur er Inge Adriansen, f. 1944, lic.phil. og savnsvørður á Sønderborg Slot.

Tórgerð Hentze, sum arbeiðir í journalini hjá Tórshavnar kommunu og hevur sjáldsama góða hilling á gomlum skjølum, fann mær málið fram. Stuttligt at síggja upprunaskjøl frá eini tílíkari hending.

Málið er nummar 22 í árinum 1944, lagt fram á býráðsfundi 11. juli. Í eini sonvendari útdráttar-útskrift úr Gerðabókini hjá kassanevndini hetta árið, verður sagt, at:

Tann 3. juli 1944, klokkan 20, helt nevndin fund. Allir limir vóru á fundi.

Fundurin fór soleiðis fram:

(...)

18. Bræv frá løgtinginum, dagsett 13. desember 1943, um føroyskt flagg á almennum ognum, sent nevndini til ummælis.

Ein meriluti av nevndini (Henriksen, Nielsen, Poulsen og av Reyni) samtykti at mæla býráðnum til at samtykkja, at flaggað verður einans við førpyskum flaggi á flaggstongum kommununnar.

Trygve Samuelsen atkvøddi ikki.

Fundur lokin og A. Andresen váttar at útskriftin er bein.